Fótbóltur

Petur: - Havi víst hvørjum stigi eg kann spæla á

Var gott at fáa nakrar landsliðsminuttir aftur í Oslo, har vit fingu skapt eitt sindur. Hevur ikki verið nóg gott álopskent í ár, staðfestir Petur Knudsen, ið eisini setur orð, hvar hann kann enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-18 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi ein hálvan tíma í Oslo hóskvøldið, hvar hann fekk lutfalsliga nógv burturúr sum einsamallur fremsti maður. Hendan leiklutin spældi Petur Knudsen eisini móti Kekkia á Tórsvølli í juni, tá hann og Føroyar als einki fingu burturúr frammeftir.

(Hoyr landsliðsvenjaran seta orð á "eitt blandað avrik" hjá Petur Knudsen - og sum heild - í Oslo):

Sí eisini: Klæmint Olsen: - Eri ikki so hástórur at eg ikki kann viðurkenna mínar veikleikar

Júst tann trupulleikan setur Petur eitt sindur orð á í samrøðu við Portalin áðrenn dagsins venjing í Albania.

Omanfyrinevndi dysturin móti Kekkia var A-landsdystur nummar tvey, sum Petur Knudsen byrjaði inni í. Ársins spælari í Betrideildini í 2020 hevur eisini umboðað Lyngby í millum annað Superliguni, og uppruna NSÍ'arin hevur eisini staðið fyri trimum málum, umframt uppleggum, á U21-landsliðnum.

Tað hevur ikki ført við sær lutfalsliga nógvar minuttir á A-landsliðnum fyri nú 25-ára gamla álopskenda spælaran úr Saltangará. Hann er skrásettur fyri 9 A-landsdystir. Ein langur skaði í fjør hevur eisini ávirkað. Í samrøðuni við Portalin vísir Petur Knudsen á, at hann hevur víst sítt stig og sínar dygdir í á ungum aldri í NSÍ og í millum annað Superliguni eisini.

- Tað var gott at fáa minuttir í Noreg og tað er umráðandi at taka av og vísa seg væl fram, tá man fær møguleikan.

Seinastu mánaðirnar hevur Petur spælt við El Paso Locomotive í næstbestu deildini í USA. Stutttíðar sáttmálin er gingin út - nú skal hann finna nýtt felag. Har eru fleiri møguleikar - ymsastaðni í Evropa - vísir Petur Knudsen á. Føroyar er ikki úti av myndini, men fyrstaval er at spæla uttanlands og á so høgum stigi sum møguligt, har man samstundis kann hava stóran leiklut, staðfestir hann.

Sí eisini: Myndir frá fyrireikingunum hjá Føroyum í Albania

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder