Fótbóltur

B68 vann í fyrsta dystinum hjá Fróða Benjaminsen við róðrið

2-0 sigurin á Eiði var tann fyrsti hjá B68 síðani 21. juni..

Góð byrjan hjá 47-ára gamla toftamanninum sum høvuðsvenjara í fremstu deildini (Mynd: Tofta Ítróttafelag - B68)

Góð byrjan hjá 47-ára gamla toftamanninum sum høvuðsvenjara í fremstu deildini (Mynd: Tofta Ítróttafelag - B68)

2025-09-14 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í landsliðssteðginum skifti B68 venjara. Eftir yvir trý ár á Toftum fór Jákup á Borg aftur til barndómsfelagið B36 - at vera ítróttarstjóri.

Sí eisini: Váttað: Jákup á Borg vendir aftur til B36 - gevst beinanvegin í B68

Fróði Benjaminsen varð kunngjørdur sum avloysari, og hann hevði sína fyrstu venjing við liðnum týskvøldið.

Les eisini: Fróði Benjaminsen er farin í gongd á Svangaskarði

[object Object]
Aftur í barndómsfelagum - nú sum venjari (Mynd: Tofta Ítróttafelag - B68)

Fyrsti dysturin hjá 47-ára gama toftamanninum við høvuðsábyrgd í fremstu deildini var á Eiði seinnapartin. Talan var um ein tættan dyst, men tað var útiliðið, sum fekk málini eftir steðgin.

Fyrst var tað Patrik Mensah, sum fekk prikað bóltin í málið í samband við eitt hornaspark. Tá eitt korter var eftir, økti Sebastian Lau Nielsen, eftir at bólturin kom til danan eftir gott gjøgnumbrot hjá B68 og síðani blokerað skot. 2-0 og tað nærkst millum liðini á stigatalvuni.

Góður sigur til B68 og tann fyrsti í átta dystum: Seinasti sigurin áðrenn tann í dag var 21. juni á útivølli móti FC Suðuroy (0-3)

Liðið hjá Fróða Benjaminsen er framvegis á 7. plássi - nú við 23 stigum og við tíggju stigum niður til strikuna. Var nakar ivi áðrenn, so er tað nú so at siga púra greitt, at B68 eisini spælir í Betrideildini í 2026.

Betrideildin 22. umfar
Sunnudagin 14. september

EB/Streymur - B68 0-2 (0-0)
48' Patrick Mensah 0-1
76' Sebastian Lau Nielsen 0-2

Sí meira um dystin her

[object Object]

Les meira um Fróða Benjaminsen her: Fróði fyrstu ferð við stýrsvøllin

Næsta uppgávua hjá B68 er grannauppgerð móti NSÍ á Svangaskarði fríggjakvøldið, 19. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder