Fótbóltur

Fróði Benjaminsen er farin í gongd á Svangaskarði

Hetta er hansara fyrsta høvuðsvenjarastarvi í vaksnamannafótbólti. Fyrsti dystur hjá B68 við Fróða á odda verður á Eiði sunnudagin.

Fróði Benjaminsen hevur nú tikið við á Toftum (Mynd: B68 Tofta Ítróttafelag)

Fróði Benjaminsen hevur nú tikið við á Toftum (Mynd: B68 Tofta Ítróttafelag)

2025-09-11 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mitt í síðstu viku gjørdist greitt, at Jákup á Borg fer frá at vera høvuðsvenjari á B68 til ítróttarstjóri í B36.

Seinni sama dag kundu vit staðfesta, at Fróði Benjaminsen er nýggjur maður á brúnni á Toftum.

Sí eisini: Fróði Benjaminsen tekur yvir fyri Jákup á Borg

[object Object]
Fróði Benjaminsen til venjing á Toftum týsdagin (Mynd: B68 Tofta Ítróttafelag)

47-ára gamli toftamaðurin fekk í 2022 A-prógv sum venjari, og Fróði Benjaminsen hevur seinastu árini verið venjari hjá ymiskum U-landsliðnum hjá FSF og havt ein mennaraleiklut.

Í løtuni er hann U19-landsliðsvenjari. Liðið hevur júst verið í Slovenia og spælt tríggjar venjingardystir. Eftir stórtap fyri Póllandi í fyrsta dystinum (0-6), fótaðu Føroyar sær, og liðið hjá Fróða Benjaminsen tapti tepurt móti vertunum og Aserbadjan.

Dagin eftir síðsta dystin í Slovenia, var landliðslegendan á Svangaskarði í nýggja venjaraleiklutin:

- Maðurin er lendur og er farin beint til verka.

Soleiðis skrivar B68 á Facebook-síðu. 

[object Object]

[object Object]Til fyrstu venjingina hjá Fróða Benjaminsen sum oddamanni fyri sítt barndómsfelag (Myndir: B68 Tofta Ítróttarfelag)

B68 er í løtuni á 7. plássi í Betrideildini og hevur seks dystir eftir at spæla. Sannlíkindini fyri at enda í niðurflytingarvanda eru sera lág.

Fyrsti dystur hjá Fróða Benjaminsen sum oddamanni verður sunnudagin 14. september, tá B68 vitjar liðið beint frammanfyri á stigatalvuni, EB/Streym.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder