Fótbóltur

Fróði Benjaminsen tekur yvir fyri Jákup á Borg

Landsliðslegendan fer undir sítt fyrsta høvuðsvenjarastarv í vaksnamannafótbólti við barndómsfelagnum - hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri keldum. Sum skilst er avtalan millum partarnar fyri restina av 2025.

Fróði Benjaminsen er A-venjari og hevur seinastu árini stjórnað nøkkrum av ungdómslandsliðnum á dreingjasíðuni (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fróði Benjaminsen er A-venjari og hevur seinastu árini stjórnað nøkkrum av ungdómslandsliðnum á dreingjasíðuni (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-09-03 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- B68 arbeiðir í løtuni við at gera avtalu við nýggjan høvuðsvenjara, sum skal standa á odda fyri Betri liðnum hjá B68 tað sum eftir er av kappingini. Meira um hetta seinni í kvøld.

Soleiðis skrivaði B68 fyri løtu síðani á síðu sínari í sambandi við, at Jákup á Borg hevði takkað fyri seg á Toftum.

Tað er ikki almannaknngjørt enn, men Portalurin skilir frá fleiri góðum keldum, at Fróði Benjaminsen er settur sum avloysari.

Hetta hevur millum annað hópurin hjá B68 fingið boð um tíðliga í kvøld.

Landsliðslegendan av Toftum trakar í nýggjar skógvar

Fróði Benjaminsen hevur - enn - flest dystir á føroyska manslandsliðnum. Teir eru 94 í taii.

B68 er barndómsfelag hansara, og har spældi harðføri og dugnaligi miðvallarin eina rúgvu av dystum.

Meistaraheitini komu við HB og B36, men B68 var væl við onkur av árunum, har Fríð var profilur: Serliga í bronsuárunum í 2003.

Fróði Benjaminsen tók A-prógvið sum venjari í 2021 og 2022. Hann hevur havt leiklutir í Fòtbóltssambandinum sum til dømis U17-landsliðsvenjari hjá dreingjum, og er hann í løtuni við U19-landsliðnum hjá dreingjum til venjingarkappingar.

Sum skilst tekur 47-ára gamli toftamaðurin yvir á Svangaskarði, so skjótt sum hann kemur aftur tíðliga í næstu viku.

Hetta verður fyrsta høvuðsvenjarastarvið hjá Fróða Benjaminsen í vaksnamannafótbólti. Sum skilst er avtalan við B68 galdandi fyri restina av 2025 í fyrstu syftu.

Dagført 18.02: B68 hevur júst váttað tíðindini, um at Fróði Benjaminsen tekur við sum høvuðsvenjari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder