2022-05-09 18:40
- Leikararnir hava brúk fyri einum venjara, sum er fullur i orku, og sum er førur fyri at venda gongdini.
Tað sigur Øssur Hansen, sum hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B68. Og tað sigur hann við tíðindasíðuna in.fo.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Toftamenn hava havt tað trupult hetta kappingarárið. Ein triðingur er leiktur av kappingini, og eftir níggju dystir liggur B68 undir niðurflytingarstrikuni á níggjunda plássi við bara fimm stigum.
B68 tapti í gjár 4-1 ímóti AB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald