B71 hevur ikki havt nakrað ordiliga loysn uppá venjaraspurningin síðan Bakary fór í summar, men nú bragdaði.
Heiðar Birnir Torleifsson er 39 ára gamal og hevur nógvar royndir í íslendskum feløgum, sosum Valur, Dalvik, Þróttur og KR. Tey síðstu nógvu árini hevur hann tó fingist við at ferðast runt og vant ungar evnaríkar leikarar, sum íslendska Coerver umboði. Coerver er ein væl virdur máti at venja fótbólt, sum tey í felagnum gleða seg at síggja dømir uppá komandi kappingarár í Sandoynni.
Heiðar er settur høvuðsungdómsvenjari, men kemur at virka uppá sama hátt sum undanfarni venjarin, ið saman við Símini Hansen stóð fyri besta mans liðnum, skrivar felagið á heimasíðuni.
Heiðar Birnir Torleifsson kemur væntandi til landið aftur hálvan januar, tá B71 av álvara leggja frá landi við venjingum og fyrireikingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald