Fótbóltur

B71 skrivar undir við Tijani Mohammed

Ghanesin skal bomba mál inn fyri besta liðið og venja kvinnurnar.

Mynd: B71.fo

Mynd: B71.fo

2018-12-10 12:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjárkvøldið skrivaði B71 undir við Tijani Mohammed.

Tijani Mohammed hevur játtað seg bæði at leika við besta mansliðnum, men eisini at venja kvinnurnar, eins og hann gjørdi tað helmingin av 2018, skrivar felagið á heimasíðuni hjá felagnum.

Tijani spældi 28 dystir fyri besta liðið hjá B71 farna kappingarár og skoraði 15 mál, vísa hagtøl hjá faroesoccer.com.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder