
Seinnapartin í gjár vórðu finalurnar í einmansleiki í badminton leiktar.
Føroyameistararnir frá í fjør Miriam í Grótinum og Rúni Øster skuldu verja síni heiti ímóti ávíkavist Sannu Thorkildshøj og Christian Berg Petersen, og tað megnaðu tey eisini.
Sí eisini: Badminton: FM-vinnarar í tvímansleiki funnir
Sí eisini: Myndir: Kontrast FM á Hálsi
Finalan hjá kvinnunum gjørdist sera spennandi, har Sanna gav Miriam eina sterka mótstøðu, soleiðis at leikast mátti trý sett.
Í triðja settinum var Sanna enntá frammanfyri tað mesta av settinum, men til síðst dróg Miriam longsta stráið og vann 22-20. Fyrsta settið vann Miriam 21-14, meðan Sanna vann næsta settið 21-17.
Hjá monnum gav 18 ára gamli Christian Berg Petersen verandi føroyameistaranum góða mótstøðu í fyrsta setti, sum Rúni tó vann 21-17. Seinna settið vann Rúni rímiliga trygt 21-12.
Hetta er fjórða árið á rað, at Miriam í Grótinum er føroyameistari í einmansleiki hjá kvinnum, og annað árið á rað, at Rúni Øster er føroyameistari hjá monnum, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Úrslit:
Einmansleikur, kvinnur
1. Miriam í Grótinum, HBF
2. Sanna Thorkildshøj, HBF
3. Mia Thorkildshøj, HBF, og Lena Maria Joensen, KBF
Einmansleikur, menn
1. Rúni Øster, HBF
2. Christian Berg Petersen, HBF
3. Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald