Fótbóltur

Bagge aftur í Víkingi

Eftir at verið hjá NSÍ farna kappingarár verður Sámal Erik Hentze aftur at síggja í Gøtu í 2019. Tað boðar Víkingur frá í kvøld.

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi og Sámal Erik Hentze, nú aftur venjari hjá Víkingi

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi og Sámal Erik Hentze, nú aftur venjari hjá Víkingi

2018-10-30 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingur hevur í kvøld gjørt avtalu við Sámal Erik Hentze um at vera høvuðsvenjari felagsins í 2019.

Tað boðar Víkingur frá í kvøld.

Sámal Erik var venjari í felagnum árini 2016 og 2017, tá tað eydnaðist Víkingi at gerast føroyameistari bæði árini.

Farna kappingarár hevur hann vant NSÍ, sum endaði á øðrum plássi.

Víkingur setti Maurice Ross sum venjara til kappingarbyrjan í ár, men longu í summar tók Sigfríður Clementsen yvir, og hevur verið venjari til kappingarlok leygardagin.

Endaliga støðan í Betri-deildini 2018
1. HB (73 stig)
2. NSÍ (55 stig)
3. B36 (53 stig)
4. KÍ (51 stig)
5. Víkingur (39 stig)
6. Skála (29 stig)
7. TB/FCS/Royn (28 stig)
8. EB/Streymur (21 stig)
9. AB (18 stig)
10. 07 Vestur (17 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder