Fótbóltur

Bananskal tveitt eftir Aubameyang

Hendingin er pínlig fyri Tottenham og Premier League, sigur fyrrverandi stjørna hjá Arsenal.

2018-12-03 16:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arsenal og Tottenham spældu í gjár eina sera spennandi grannauppgerð í London, har Arsenal vann 4-2. Men meðan fólk gleðast um undirhaldið á vøllinum, var lítið at fegnast um uttanfyri vøllinum.

Sjey fólk vórðu handtikin, millum annað eitt viðhaldsfólk hjá Tottenham, sum var handtikin fyri at hava tveitt eitt bananskal eftir Pierre-Emerick Aubameyang, sum skoraði tvey mál fyri Arsenal.

Tottenham hevur longu sagt, at viðhaldsfólkið fer at fáa eitt bann.

Fyrrverandi stjørnuáleyparin hjá Arsenal, Ian Wright, segði eftir dystin, at hetta var pínligt fyri Tottenham og fyri Premier League. Hann segði, at hann hevur ofta fingið nógv omanyvir seg frá viðhaldsfólkunum hjá Tottenham, men at einki av tí nakrantíð var rasisma.

Tvey viðhaldsfólk hjá Arsenal vórðu handtikin fyri at hava tendrað roykbumbur undir dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder