Tær báðar seinastu áttandapartsfinalurnar í Champions League verða leiktar í kvøld. Á Nou Camp tekur Barcelona ímóti Napoli, og í München vitja Frank Lampard og hansara menn.
Leygarkvøldið 8. august
20.00: Barcelona (1) - Napoli (1) - TV3 +/Viaplay
Bayern München (3) - Chelsea (0) - TV3 Sport/Viaplay
Barcelona hevur eitt gott útgangsstøði, men formurin aftaná koronastegðin hevur verið ringur, meistaraheitið varð mist, tað er nógv óskil og órógv í felagnum, nógv spurnartekin um venjaran, og fáir leikarar eru tøkir til avgerðndi dystin í kvøld. Fraklendingarnir Ousmane Dembele og Samuel Umtiti eru skaddir, og Sergio Busquets og Arturo Vidal hava leikbann ( ov nógv gul kort/reytt kort í Napoli), og Arthur hevur ikki havt hug at spælt fyri Barcelona, síðani tað gjørdist greitt, at hann skal til Juventus næsta kappingarár. Alt í alt eru bert 13 leikarar við veruligum royndum frá fyrstaliðsfótbólti í Barcelona tøkir. Tó er Barcelona á pappírinum favorittur ímóti liðnum sum endaði nummar sjey í Seriu A - allarstørsta ábyrgdin liggur á herðunum á Lionel Messi
Á sosialu miðlunum seinastu tíðina hevur tað verið skemtað við, at UEFA hevur skula noytt Chelsea til Týskalands fyri at spæla í kvøld. Orsøkin er, at Chelsea-liðið er spert eftir eina rúgvu av dystunum síðani miðskeiðis í juni, Lampard hevur ynkst longri stegð áðrenn nýggja kappingarárið, liðið tapti FA Cup-finaluna móti Arsenal, og skal nú upp ímóti glóðheita Bayern München við Lewandowski á odda. Størsta orsøkin er, at Bayern vann heili 3-0 í fyrra dystinum, sum varð leiktur á Stamford Bridge 25. februar. Chelsea hevur í roynd og veru ongan realistiskan møguleika at venda uppgerðini móti týsku meistarunum, tó at felagið fyrr hevur staðið seg væl sum undirtippað á Allianz Arena (finalan í 2012)
Vinnararnir av hesum uppgerðunum hittast í fjórðingsfinalu í Lissabon um átta dagar.
Champions League áttandapartsfinalurnar, seinnu dystirnir
Fríggjakvøldið 7. august
Manchester City - Real Madrid 2-1 (1-1) 4-2 samanlagt
9' Raheem Sterling 1-0
28' Karim Benzema 1-1
68' Gabriel Jesus 2-1
Juventus - Lyon 2-1 (1-1) 2-2 samanlagt (Lyon víðari orsakað av útivallarmálinum)
12' Memphis Depay (br.) 0-1
43' Cristiano Ronaldo (br.) 1-1
60' Cristiano Ronaldo 2-1
Les meira: Meistaraliðini úr Spania og Italia eru úti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald