Champions League fór endliga í gongd aftur í kvøld, og talan var als ikki um eitt óáhugavert kvøld.
Í Manchester brustu City og Real Madrid saman. Har var heimaliðið omaná so at siga allan dystin, og longu eftir níggju minuttir var 1-0. Thibaut Courtois spældi Raphael Varane í trupulleikar tætt við egna baklinju, franski verjuleikarin gjørdi ov seint av, Jesus stjól bóltin, fann Sterling í brotsteiginum, og so kundi onglendingurin revsa. Hetta var mál nummar 100 hjá Raheem Sterling fyri Manchester City, ið vann 2-1 í fyrra dystinum í Madrid. Real Madrid reisti seg væl, og serliga Karim Benzema var vandamikil, og fraklendingurin, ið var liðformaður ístaðin fyri leikbannaða Sergio Ramos, stútaði í 28. minutti eitt innlegg frá Rodrygo í málið.
Benzema hevur havt eitt sera gott kappingarár...
...og fraklendingurin hevur her stútað bóltin framvið Ederson..
og harvið hildið fast í vónini hjá Real Madrid um at koma víðari (Mynd: EPA)
Tað var nú púra opið, men City spældi betri, og tá Varane miðskeiðis í 2. hálvleiki enn einaferð sá sera illa út, og Courtois kom heldur skeivt út, var Jesus til reiðar og so at siga avgjørdi uppgerðina. Hetta er annað árið á rað at Real Madrid, sum undir Zinedine Zidane vann trý ár á rað (2016-2018), er sligið út í áttandapartsfinaluni. Hetta var tó fyrstu ferð, at Zidane varð sligin út úr Champions League sum venjari.
Varane megnaði ikki at forða City í at skora í kvøld - tvørturímóti átti fraklendingurin høvuðsábyrgdina av báðum málunum hjá heimaliðnum (Mynd: EPA)
Jesus var til reiðar at revsa (Mynd: EPA)
Leikbannaði Ramos var saknaður...
...og Zidane og hansara menn megnaðu ikki at koppa Guardiola og co. (Myndir: EPA)
Lyon framdi sesatiónina í Torino. Liðið endaði nummar sjey í fronsku deildini og hevði bert spælt ein kappingardyst, síðani Ligue 1 endaði í mars. Tó megnaðu níggju-faldaðu italensku meistararnir ikki at seta tingini uppá pláss á heimavølli. Dómarin hjálpti útiliðnum í gongd, tí eftir tíggju gav hann Lyon eitt brotsspark eftir eina reina Juventus-takkling. Ivamsat var tó, um hann metti, at leikarin hevði verið tarnaður av beininum hjá Bernadeschi áðrenn, men ótrúligt var at VAR ikki rættaðu tað, ið sá út sum eitt greitt mistak. Lítið legði Memphis Depay í: Liðformaðurin lobbaði bóltin í málið úr ellivu metrum
Lyon kom á odda við brotssparki og teir á franska liðnum kundi stórfegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)
Ronaldo skoraði eisini úr ellivu metrum (Mynd: EPA)
Minni fegin var Depay, tá týski dómarin "gjørdi tað gott aftur" stutt fyri steðgin. Juventus hevði ikki spælt væl, men Bernadeschi og Ronaldo høvdu havt tvær góðar royndir. Tað skuldi tó eitt brotsspark til. Depay tyktist at hava armin heilt inni at kroppinum í múrinum, tá Ronaldo rakti hann, men peikað var á blettin. Í hesum førinum var heldur verri hjá VAR, tí reglugerðin um hond er á mangan hátt ein "grá sona", og dómarin hevði gjørt sína meting. Tó so: Tá sá ikki út sum tað kundi dømast hond - Ronaldo var kaldur úr ellivu metrum. 35-ára gamli protugisin skoraði sítt mál nummar 37 í ár (Juventus-met), tá hann trekti inn úr høgru, og stutt uttanfyri brotsteigin høgdi bóltin í málið við vinstra beininum. Nú manglaði bert eitt mál, men Juventus manglaði hugflog, hevði bert Dybala inni eina løtu, og Ronaldo fekk ikki sítt hattrikk.
Ronaldo gav Juventus vón, men tað eydnaðist ikki hjá liðnum hjá Sarri at fáa triðja málið (Mynd: EPA)
Stórt vónbrot hjá Juventus, men í Lyon-leguni var stór frøi. Næsta vikuskifti skal liðið spæla ímóti Manchester City. Meistararnir í Spania og Italiu sleppa nú at sleikja sárini eina tíð, áðrenn næsta kappingarár byrjar.
Champions League áttandapartsfinalurnar, seinnu dystirnir
Fríggjakvøldið 7. august
Manchester City - Real Madrid 2-1 (1-1) 4-2 samanlagt
9' Raheem Sterling 1-0
28' Karim Benzema 1-1
68' Gabriel Jesus 2-1
Juventus - Lyon 2-1 (1-1) 2-2 samanlagt (Lyon víðari orsakað av útivallarmálinum)
12' Memphis Depay (br.) 0-1
43' Cristiano Ronaldo (br.) 1-1
60' Cristiano Ronaldo 2-1
Leygarkvøldið 8. august
20.00: Barcelona (1) - Napoli (1)
Bayern München (3) - Chelsea (0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald