27. juli 2011 var Bárður Olsen á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá EB/Streymur tapti 3-1 fyri Víkingi í Sarpugerði. Viku seinni spældi hann fyri AB í 1. deild. Síðani hevur miðvallarin spælt fyri B36 (2012), HB (2013 - FM) og við AB frá 2014 og til og við 2014. Í ár hevur Bárður spælt níggju dystir fyri næstbesta liðið hjá B36.
27. juli 2020 kom Bárður Olsen á vøllin fyri EB/Streymi. Júst níggju ár vóru liðin síðani bólttryggi leikarin seinast spældi í svørtum og bláum. Royndi leikarin var við til at koyra týðandi sigurin heim á Skála. Hann kom inn í 64. minutti til sín dyst nummar 185 fyri EB/Streym í bestu deildini. Fyri 12 árum síðani var Bárður á vøllinum, tá EB/Streymur á Skála tryggjaði sær sítt fyrsta FM-heiti nakrantíð. Hann hevur vunnið tvær steypafinalur við barndómsfelagnum.
34-ára gamli Bárður Olsen skal spæla fyri EB/Streymi, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Sáttmálin kom uppá pláss, áðrenn flytingarvindeygað lat aftur seinnapartin í gjár.
Bárður hevur spælt 362 dystir tilsamans í Betrideildini, og heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at víkmaðurin hevur ta neyðugu rutinuna, sum onkuntíð kann mangla á einum ungum liði – sum tað hjá EB/Streymi er í ár.
Við sigrinum á Skála kom EB/Streymur upp á 10 stig og legði harvið eitt sindur av sjógvi millum seg og niðastu liðini.
Skála - EB/Streymur 1-3 (1-1)
5' Arnbjørn Hansen 0-1
25' Poul Kallsberg 1-1
55' Gutti Dahl-Olsen 1-2
95' Tóki Johannesen 1-3
Støðan í botninum
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir)
8. TB 6 stig (12 dystir)
9. AB 5 stig (14 dystir)
10. Skála 1 stig (14 dystir)
Les eisini: TB hevur fingið tveir útlendingar afturat í hópin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald