Flytingargluggin í Føroyum lat aftur klokkan 16 í gjár, og í gjárkvøldið boðaði TB frá, at áðrenn hevði felagið gjørt sáttmála við tveir leikarar afturat.
Sunnudagin kunngjørdi TB, at Mark Kongstedt var nýggjur miðvallari í hópinum. Í gjár gjørdist Mads Altschuler sætti danin í TB-hópinum. Heimasíðan hjá TB skrivar, at 20-ára gamli málverjin kemur frá Hvidovre IF. Har hevur hann spælt við U19-liðnum seinastu tvey árini. Orskøkin til tilgongdina er, at venjarin, Michael Winter, metir, at tørvur var á einum málmanni afturat, so at kapping verður um málmansplássið.
Hann hevur framvegis ikki roynt seg heilt í vaksnamannafótbólti, men nú skal hann kappast við Frederik Mehder um plássið millum stengurnar hjá TB (Mynd: hvidovrefodbold.dk)
Danin Frederik Mehder kom til felagið í vetur. Hann hevur spælt seks dystir og latið átta mál. Hann var úti í seks dystir orskað av heilaskjálvta. Tá spældi upprunaligi eykamálverjin, John Jacobsen, ein dyst (0-2 móti EB/Streymi), áðrenn TB leigaði Meinhardt Joensen úr KÍ. 40-ára gamli klaksvíkingurin helt málið reint í trimum út av fimm dystum. TB hevur latið 16 mál inn í 12 dystum í ár. Tað er tað sama sum Víkingur, sum er á 5. plássi, og eitt færri enn B36 og KÍ, ið tó hava spælt ávíkavist ein og tveir dystir fleiri.
Mehder í dysti við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)
Meinhardt var stinnur fyri TB í mai og í juni (Mynd: Jens Kr. Vang)
TB hevur hinvegin havt trupult við at skora mál, og nýtti eisini høvið at fáa ein áleypara í hópinum. Talan er um serban Filip Obadovic. Hann er 22 ára gamal, knappar tveir metrar høgur, og í TB verður vónað, at hann kann verða við at fáa veruligt hol á málskjótingina. Obadovic kemur úr FK Macva Bogatic, sum spælir í næstbestu serbisku deildini.
Harvið hevur TB nú tíggju útlendskar leikarar í hópinum. Liðið liggur á 8. plássi við seks stigum og spælir í kvøld á Tórsvølli móti HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald