TB boðaði í gjárkvøldið frá, at sáttmáli er gjørdur við 25 ára gamla Mark Kongstedt - ein sáttmáli ið er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum og 2021.
Sáttmálin, sum miðvallarin hevði við Næstved, gekk út nú við kappingarenda. Seinastu árini hevur Kongstedt spælt í næstbestu donsku deildini. Fyrst eitt ár við Fremad Amager og síðani í tvey ár við Næstved. Harvið hevur hann verið liðfelagið við bæði Heina Vatnsdal (nú KÍ) og Finn Justinussen (nú Vìking). Í viðtalu við heimasíðuna sn.dk sigur Mark Kongstedt, at hann hevur tosað við Finn Justinussen í samband við møguliga skifti - um umstøðurnar í Føroyum, o.s.fr. - og at hann gleðir seg at royna nakað nýtt saman við familjuni.
Sambært transfermarkt spæli nýggi TB-leikarin 23 dystir og skoraði tvey mál í júst farna kappingarári í NordicBet Liguni. Hann hevur spælt fyri millum annað OB í ungdómsárunum og er skrásettur fyri tíggju ungdómslandsdystur fyri Danmark: Á U18, U19 og U20 landsliðunum.
Tað er fyri sjey-átta árum síðani - nú verður Mark Kongstedt at síggja í føroyskum fóbólti. Í hópinum hjá TB eru frammanundan fýra danir.
TB hevur seks stig fyri 12 dystir og liggur á 8. plássi. Næsta uppgávan hjá TB er ólavsøkuaftan, í morgin, móti oddaliðnum HB. Har verður nýggir leikarin allarhelst ikki í hópinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald