Annað

Bartal Eidesgaard setti enn eitt nýtt føroyskt met

Í morgun betraði hann um tíðina í 100 metrar frí, sum Bartal svam uppá 51.84. Isak Brisenfeldt endaði eisini U23EM heilt væl.

Føroyski hópurin á EM U23 2025 (Mynd: Bjørg Ólavsdóttir/ssf.fo)

Føroyski hópurin á EM U23 2025 (Mynd: Bjørg Ólavsdóttir/ssf.fo)

2025-06-28 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tríggjar dagarnar hava Bartal Erlingsson Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Isak Brisenfeldt svomið fyri Føroyar til U23 í Slovakia.

Øll umboðandi Havnar Svimjifelag.

Seinastu kappingarnar vóru fyrrapartin, har føroyingar svumu samanlagt fimm ferðir. Merkisvert var, at Bartal Eidesgaard fyri aðru ferð á EM-stevuni betraði um føroysk met, sum hann sjálvur setti.

Bartal svam seg í morgun til eitt nýtt føroyskt met í 100 metrar frí við tíðini 51.84. Hann átti sjálvur gamla metið á 51.89, sum hann setti á Danish Open í apríl.

Les eisini: U23 EM: Bartal betraði um føroyska metið í 50 metrar bringu

Isak svam eitt lítið vet frá bestu tíð í somu kapping. Hann svam 52.69, har hansara besta tíð er 52.34 frá EJM í Vilnius í fjør.

Isak svam eisini 200 blandað. Hann kom á mál við tíðini 2:07.18, sum er nýtt persónligt met.

Áðrenn hetta var hansara besta tíð 2:07.36. Tað var frá Danish Open í apríl. Føroyska metið á 2:06.92 eigur Magnus Jákupsson, og tað er frá 2012.

Elisabeth svam 200 metrar rygg, og úrslitið var nakað frá bestu tíðini. Hon svam 2.25.23. Besta tíð hennara er 2.17.59 frá Pro Swim Series í Fort Lauderdale 2023.

Føroysku svimjararnir flúgva heim í morgin, og skulu teir nú fyrireika seg til Oyggjaleikir, sum verða á Orknoyggjum í juli.

Í næstu viku skulu Silas D. Lindberg (HS), Lea O. Højsted (Ægir) og Líggjas Joensen (Ægir/Aalborg) til sama stað. Tey skulu kappast á EJM (evropeisku junior meistarastevnuna). Við teimum fer Malena Hansen sum venjari og Janus Joensen, ferðaleiðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder