
Í dag er U23 EM í svimjing byrjað í slovakiska býnum Samorín. Tríggir føroyskir svimjarar eru við.
Tey eru Elisabeth Erlendsdóttir, Bartal E. Eidesgaard og Isak Brisenfeldt. Øll eru úr Havnar Svimjifelag - Elisabeth svimur tó til dagliga fyri lærda háskúlan Georgia í USA.
Innleiðandi riðlarnir eru í dag, og Bartal E. Eidesgaard fekk eina frálíka byrjan. Hann kom inn á javnsettum 1. plássi í sínum riðli. Hetta við tíðini 29.09 í 50 metra bringu.
Hendan tíðin er samstundis ein betran av føroyska metinum, sum hann sjálvur setti í Danis Open í apríl mánaða. Tá svam Bartal teinin við tíðini 29.16, upplýsir Havnar Svimjifelag.
Hini eru eisini í elldinum í dag. Heimasíðan svimjing.com skrivar, at føroyingarnir kappast soleiðis hesar tríggjar dagarnar í Slovakia.
Hósdagin 26/6 (í dag) – Isak 200 frí, Elisabeth 50 rygg, Bartal 50 bringu (Víðari og føroyskt met) Isak 100 firvald
Í morgin, fríggjadagin 27/6 – Bartal 50 frí, Elisabeth 100 rygg, og Isak 200 firvald
Leygardagin 28/6 – Bartal og Isak 100 frí, Elisabeth 200 rygg, Bartal 100 bringu, , Isak 200 blandað *
Mynd: svimjing.com
Ferðaleiðari er Bjørg Ólavsdóttir (uttast til vinstru) og venjari Johan Martin Thorsteinsson (uttast til høgru). Hartil er Jon Hestoy við sum venjari hjá HS
Bartal, Elisabeth og Isak skulu øll eisini til Oyggjaleikir í næsta mánaða.
Stroyming fyri eitt gjald er HER
Til ber at síggja meira um kappingina á europeanaquatics.org
* Onkrar broytingar eru gjørdar nú í mun til tað upprunaliga, tí føroyingar hava tikið seg úr nøkrum kappingum fyri at hava fulla megi til aðrar
Rættað: 11.18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald