Fótbóltur

Bayern og Chelsea skulu royna at venda tí

Luttakandi liðini í einari av hálvfinalunum í Champions League verða funnin í kvøld - Real Madrid og Villareal hava í løtuni fyrimun.

Lewandowski og Bayern skulu hesuferð fáa málini móti verjukenda Villareal fyri at vera millum tey síðstu fýra (Mynd: EPA)

Lewandowski og Bayern skulu hesuferð fáa málini móti verjukenda Villareal fyri at vera millum tey síðstu fýra (Mynd: EPA)

2022-04-12 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru sponsku liðini, ið hava fyrimunin undan dystunum í kvøld. Villareal og Real Madrid vunnu á ávíkavist Juventus og Chelsea mikudagin, men nú skal arbeiði gerast liðugt. 

Hjá Villareal verður hetta ein ógvuliga tung uppgáva, tí liðið hjá Unai Emery vitjar í München. Í áttandapartsfinaluni hevði Bayern eisini trupulleikar í fyrra dystinum - í Salzburg - men so settu Nagelsmann og hansara menn tingini uppá pláss í heimadystinum. Villareal vann Europea League í fjør, liðið er vælskipað, og skal royna at tarna Lewandowski og hinum. Bayern er framvegis greiður favorittur at fara víðari.

Thomas Tuchel og hansara menn skulu loysa eina risauppgávu heilt væl fyri at spæla seg víðari. Á Stamford Bridge gjørdi Benzema av við Champions League-meistararnar við einum hattrikki. 34-ára gamli fraklendingurin skoraði eisini tríggjar ferðir, síðst tað var Champions League-fótbóltur á Bernabeu - móti PSG - og Chelsea skal royna at venda 1-3 til víðari luttøku móti mest vinnadni felagnum í kappingini.


Champions League seinnu fjórðingsfinalurnar
Týskvøldið 12.04

20.00: Bayern München (0) - Villareal (1)
           Real Madrid (3) - Chelsea (1) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder