2018-07-17 16:30

Víkingur og HJK Helsinki bresta saman í finala høvuðstaðnum klokkan 17.00
Finala meistaraliðið vann 2-1 á Svangaskarði fyri viku síðani. Nú skal Víkingur royna at svara aftur í Helsinki.
Liðið hjá Sigfríði Clementsen skal skora minst tvær ferðir í kvøld, so talan verður um sera trupla uppgávu.
Dysturin sæst á Ruutu sjónvarpstænastuni, og til ber at tekna sær hald. At síggja til er fyrsti mánaðin ókeypis, men mánaðargjaldið er knappar 10 evrur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald