Í Føroyum hevur kjak stungið seg upp, eftir at tað gjørdist greitt, at FSF kundi loyva 500 áskoðarum inn til komandi landsdystirnar á Tórsvølli móti Lettlandi og Andorra í Nations League, men at Skansin ikki fór at fáa øll ella megninpartin av atgongumerkjunum. Ein leistur við lutakasti varð valdur.
Áhugaði kundu seinnapartin og út á kvøldið í gjár skrivað seg upp, og sambært Kristini Dam Ziska, aðalskrivara í FSF, var áhugin stórur.
Sí eisini:
Ónøgd við lutakastid hjá FSF: Pinnamats-brigadan sigur nei til Skansan
Við øllum fara 500 persónar at verða til staðar á MCH Arena í kvøld, har Danmark tekur ímóti Føroyum í venjingardysti. DBU skrivar, at tá alt er gjørt upp, merkir hetta at 184 áskoðarar/fjepparar kunnu vera til staðar. Hini 316 fólkini kunnu bólkast undir at vera partur av hópunum, tíðindafólk, sjónvarpsframleiðsufólk, VIP og sponsorar ella trygdarfólk.
Heimasíðan hjá danska fótbóltssambandinum skrivar, at leikararnir hava valt at givið tey atgongumerkini, ið teir vanliga geva familju og vinfólki, til fólk í fjepparafelagnum hjá danska A-landsliðnum við monnum. Hetta fyri at tryggja at so nógvir fjepparar sum gjørligt kunnu koma til dystin í Herning móti Føroyum.
Phillip Billing verður ein av donsku leikarunum á vøllinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Helmingurin av hesum verða givnar til teir limirnar, ið hava fingið flest sokallaði "loyalitetsstig", og hin helmingurin av teimum prosentunum verður givin í lutkasti, har tal av loyalitetsstigum hjálpir.
Les eisini: Hjulmand hevur stóra virðing fyri føroyskum fótbolti
Á tíðindafundinum í gjár gleddist Kasper Hjulmand, landliðsvenjari, um, at nakrir áskoðarar kunnu koma til dyst. Peter Møller frá DBU sigur, at tey sjálvandi fegin vildu bjóða øllum til dyst aftur, men at hetta varð mett at verða tað besta og mest rættvísa í støðuni.
Danmark - Føroyar verður bríkslaður í gongd á heimavøllinum hja FC Midtjyllandi klokkan 17. Vanliga er pláss fyri beint yvir 9.000 áskoðarum til altjóða dystir har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald