Fótbóltur

Skansin fær 20 pláss

Trúgvastu fjepparar landsliðsins fáa 20 atgongumerki á langsíðuni til komandi tveir landsdystirnar á Tórsvølli.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-06 12:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður tónleikur, trummur og góður stemningur á Tórsvølli, tá føroyska landsliðið skal spæla móti Lettlandi og Andorra ávikavist 10. og 13. oktober.

Tað upplýsti Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya fyri útvarpinum hjá KvF fyri lítlari løtu síðani.

FSF gongur sostatt atfinningunum á møti, nú dyggastu stuðlarnir hjá liðnum ikki vórðu tryggjaðir pláss á áskoðaraplássunum á Tórsvølli.

Avgerð er nú tikin um at leggja 20 atgongumerki av til Skansan, upplýsti Kristin Dam Ziska.

Men tað verður ikki aftan fyri sunnara málið sum vanligt, men á langsíðuni, tí serligar koronareglur eru galdandi fyri áskoðararnar til landsdystirnar á Tórsvølli 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder