Annað

Belgia í stórum stíli

Belgia og Tunesia leveraðu mest málríka og ein av mest undirhaldandi dystunum við HM higartil, har Belgia vann greitt.

Lukaku og Hazard gjørdist báðir tvífaldir málskjúttar í dag
(Mynd: EPA)

Lukaku og Hazard gjørdist báðir tvífaldir málskjúttar í dag (Mynd: EPA)

2018-06-23 15:00 Author image
Agnar Prestá

Belgia vann fyri lítlari løtu síðani sera trygt á Tunesia. Liðið hjá Roberto Martinez og Theirry Henry vann 5-2 á Tunesia, og sigurin kundi væl verið størri.

Fyrri hálvleikur var tann mest málríki hálvleikurin í HM higartil. Belgia legði út sum eitt óløgi. Longu í 5.minutti fór Eden Hazard til stroks í høgru, og júst komin inn í brotsteigin varð Chelsea-leikarin feldur. Liðformaðurin var tryggur, og so var 1-0. Belgia helt á við góða spælinum, og Tunesia helt á við at gera feilir í uppspælinum og í verjustøðu. Tá 16 minuttir vóru leiktir, vann Dries Mertens bóltin høgt, hann dró eitt sindur við bóltinum, og slepti honum so til Romelu Lukaku. Stóri áleyparin kom við einari góðari renning, og stutt inni í brotsteiginum smekkaði hann bóltin niður í longra hornið við sínum sterka vinstrabeinið.

Tað sá út til, at Belgia hevði fult tamarhald á støðuni, men tað gekk bert ein lítil løta, so hevði Tunesia minkað um munin. Gott frísparksinnlegg úr vinstru frá liðskiparanum Wahbi Khazri, og inni í brotsteiginum steig høgri bakkurin Dylan Bronn upp og stútaði bóltin í málið. Sami Bronn noyddist út við børu ikki so leingi eftir hetta. Stutt fyri hálvleik var børan aftur neyðug, tá ein annar tunesiskur verjuleikari, Syam Ben Yousseff eisini gjørdist skaddur.

Tunesia hekk væl í, og spældi fínan fótbólt til tíðir. Men Belgia vísti bara effektivitet og klassa. Í yvirtíðini í 1.hálvleiki økti Lukaku. Vælleikandi Thomas Meunier stakk bóltin inn um verjuna, har Manchester United-áleyparin var komin uppá pláss, og hann var tryggur einsamallur við málverjanum. Stutt inn í 2.hálvleik fekk Belgia aftur fatur á bóltinum høgt, Kevin De Bruyne legði ein góðan bóltin uppum til Hazard. Hann tók bóltin væl niður við bringuni, trekti elegant framvið málverjanunum og rullaði bóltin í málið. Hazard og Lukaku tvífaldur málskjúttar, dysturin avgjørdur og Martinez kundi spara málskjúttarnar.

Innskiftarin fyri Romelu Lukaku var Michy Batshuayi. Chelsea-áleyparin, ið hevur verið leiðagur út til Dortmund seinasta hálva ár, hevði heili seks skot lítla hálva tíman hann var á vøllinum. Fleiri av møguleikunum vóru sera stórur, og beint fyri 90 minuttir vóru leiktir økti hann til 5-1. Men Tunesia fekk minkað um munin, tá Khazri var á blettinum.

Belgiska liðið er nú so gott sum víðari. Tað er bert tað matematiska, sum ikki 100 % er uppá pláss enn. Tað er sera órealistiskt, at Panama vinnur á bæði Onglandi og Tunesia, samstundis sum Ongland vinnur stórt á Belgia, ið skal søpla burtur stóra fyrimunin við + 6 málúrtøkuni. Tað er eisini sera órealistiskt at Tunesia fer at koma víðari.

Í morgin spæla Ongland og Panama, og har kann Ongland við einum favorittsigri avgera bólkin, og so er finala um at vinna bólkin ímillum Ongland og Belgia um nakrar dagar.

Belgia – Tunesia 5-2 (3-1)
1-0 Eden Hazard (br.)
2-0 Romelu Lukaku
2-1 Dylan Bronn
3-1 Romelu Lukaku
4-1 Eden Hazard
5-1 Michy Batshuayi
5-2 Wahbi Khazri

Hinir báðir dystirnir í dag eru í bólki F:

16.00: Suður Korea - Meksiko (TV 2) KVF: Heimasíða og forskotið í sjónvarpinum í kvøld
19.00: Týskland - Svøríki ( KVF - TV 2)