Fótbóltur

Benzema stútaði Real Madrid í hálvfinaluna

Tvey sponsk feløg, Real Madrid og Villareal, spældu seg í hálvfinalurnar í Champions League í gjárkvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-13 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Chelsea og Real Madrid hittust í fyrru fjórðingsfinaluni á Stamford Bridge, gjørdi franski áleyparin hjá spanska felagnum ikki mætari enn at skora hat-trick í 3-1 sigrinum. Í gjárkvøldið var hann eisini avgerandi maðurin.

Tað var annars Chelsea, sum byrjaði nógv best í dystinum í spanska høvuðsstaðnum, har Mason Mount legði bretar á odda longu eftir eitt korter.

Tá so Antonio Rüdiger økti til 2-0 beint eftir hálvleik, stóð á jøvnum í roknskapinum um hvør skal sleppa víðari. Útlitini hjá London-liðnum batnaðu munandi, tá ein annar týskari hjá Chelsea, Tima Werner, økti til 3-0.

Men brasilski kantspælarin hjá Real Madrid, Rodrygo, syrgdi tíggju minuttir fyri leiklok við einum máli, at úrslitið gjørdist tað sama, sum í fyrru fjórðingsfinaluni, og sostatt stóð á jøvnum 4-4, og liðini máttu út í longda leiktíð.

Og her var tað, at Karim Benzema knappliga stóð á røttum stað í brotsteiginum, eins og hann er so vanur við fyri tíðina, og stútaði bóltin í netið til 3-2, og harvið kom Real Madrid í finaluna við einum 5-4 sigri samanlagt.

[object Object]
Benzema (Mynd: EPA)

Hin fjórðingsfinalan í gjárkvøldið millum Bayern München og Villareal endaði 1-1, og tað úrslitið gjørdi, at sigursvandu týskararnir eru lidnir í ársins Champions League kapping.

Robert Lewandowski legði týska liðið á odda tíðliga í øðrum hálvleiki, men tveir minuttir fyri leiklok, javnaði Samuel Chukwueze fyri Villareal. Harvið vann spanska liðið 2-1 samanlagt og spældi seg í hálvfinaluna.

Í kvøld verða tvær tær seinastu fjórðingsfinalurnar í Champions League. Í Madrid tekur Atlético ímóti Manchester City, sum vann 1-0 í dystinum í Manchester. Hin fjórðingsfinalan er í Liverpool, har Liverpool skal spæla móti Benfica úr Portugal. Liverpool vann fyrru uppgerðina 3-1.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder