2022-04-13 15:25
Bergur Gregersen hevur skrivað sáttmála við Víking árið út.
27 ára gamli Norðragøtumaðurin flutti av landinum aftaná seinasta kappingarár men er nú heima aftur, og tí er tað við gleði, at vit kunnu kunngera, at Bergur er aftur í ljósabláu troyggjuni.
Vinstrabeinti leikarin hevur leikt 65 dystir fyri Víking í Betri deildini, so talan er um ein leikara við royndum, sum nú verður lagdur afturat hópinum.
Víkingur
Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald