Fótbóltur

Bert eitt norðurland eftir í Champions League

Malmö FF er einasta norðurland, sum megnaði at spæla seg í bólkaspælið hesaferð.

Vónbrotnir Brøndby-leikarar á Brøndby Stadion í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Vónbrotnir Brøndby-leikarar á Brøndby Stadion í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2021-08-26 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bert eitt norðurland er við, tá tað seinni í dag verður lutakast um hvussu spælast skal í bólkaspælinum í fremstu fótbóltskappingini fyri feløg, Uefa Champions League.

Í gjárkvøldið vórðu seinnu sokallaðu play-off dystirnir í Champions League spældir.

Her taptu donsku meistararnir, Brøndby IF á heimavølli 1-2 móti Red Bull Salzburg úr Eysturríki. Eysturríksku meistararnir spældu seg sostatt víðari við 4-2 tilsamans, og Brøndby skal ístaðin spæla bólkaspæl í Europa League.

Malmö FF verður sostatt einasta norðurland í bólkaspælinum í Champions League. Malmö FF tapti týskvøldið 2-1 úti móti Ludogorets Beograd úr Bulgaria, men tá svensku meistararnir vunnu 2-0 á heimavølli, spældi svenska liðið seg víðari.

HB umboðaði Føroyar í Champions League í ár, men varð sligið út longu í allarfyrsta undan-undanumfarinum móti Inter Club d’Escaldes úr Andorra.

Valur umboðaði Ísland, men varð sligið út í fyrsta undanumfari móti Dinamo Zagreb úr Serbia.

Noreg varð umboðað av Bodø/Glimt, sum í sama umfari varð sligið út av pólsku meistarunum, Legia Warszawa.

Somu lagnu fingu finsku meistararnir HJK úr Helsingfors, sum taptu móti Buducnost Podgorica úr Montenegro.

FC Midtjylland, nummar tvey í donsku kappingini, var eisini við í Champions League. FCM kom við í annað undanumfar, men tapti móti Celtic úr Skotlandi.

Hesi liðini eru við
Liðini, sum eru við bólkaspælinum til Champions League eru hesi:

1. lag: Chelsea og Manchester City (ONG), Villareal og Atlético Madrid (SPA), Bayern München (TÝS), Inter Milan (ITA), Lille (FRA) og Sporting CP (POR).

2. lag: Real Madrid, Barcelona og Sevilla (SPA), Juventus (ITA), Manchester United og Liverpool (ONG), Paris Saint-Germain (FRA) og Borussia Dortmund (TÝS).

3. lag: Porto og Benfica (POR), Ajax (HOL), Shakhtar Donetsk (UKR), RB Leipzig (TÝS), Red Bull Salzburg (EYS), Atalanta (ITA) og Zenit St. Petersburg (RUS).

4. lag: Besiktas (TUR), Dynamo Kiev (UKR), Club Brügge (BEL), Young Boys (Sveits), Milan (ITA), Malmö FF (SVØ), Vfl Bochum (TÝS) og Sherif Tiraspol (MOL).

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder