Ein koronatilburður var í gjárkvøldið staðfestur í hópinum hjá B36. Talan er ikki um ein leikara, men ein í leiðarahópinum. Nú verður bíðað eftir boðum frá myndugleikunum.
- Vit fingu at vita hetta í gjárkvøldið. Sjálvt um allir leikararnir eru testaðir seinastu tríggjar til fýra dagarnar, so skulu allir testast, og sita í sóttarhaldi og bíða til vit fáa svar í kvøld einaferð, sigur Magni Mouritsen, formaður í B36, við Kringvarpið.
Sostatt er enn ikki greitt hvussu verður við Europa League-dystinum móti St. Joseph’s á Gibraltar hósdagin í næstu viku.
- Landslæknin og FSF eru á málinum, og vit bíða bara til kanningarnar eru gjørdar. So fáa vit boð frá teimum, hvussu vit skulu fyrihalda okkum, sigur Magni Mouritsen.
B36 skuldi í kvøld vera á vitjan undir Mýruhjalla hjá skálamonnum, men orsakað av íkomnu støðuni er dysturin útsettur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald