Í kvøld er vorðið greitt, at ein hópur í Betrideildini er raktur av koronavirusinum.
Talan er um B36, ið skuldi spæla á Skála mikukvøldið. Í samband við kravdu testirnar av øllum hópunum, varð ein persónur í leiðarahópinum B36 testaður positivur.
- Dysturin, sum skuldi verða á Skála mikukvøldið, er fyribils útsettur Covid-19 testirnir, sum FSF kravdi av øllum hópum undan hesum umfarinum, vístu, at ein í leiðarahópinum hjá B36 varð testaður positivur. Hetta hevur við sær, at dysturin hjá okkum á Skála mikukvøldið fyribils er útsettur.
Hetta skrivar B36 á Facebook-síðu sínari.
Nú skulu fleiri kanningar til, og veruligt yvirlit fæst ikki á støðuni fyrrenn einaferð í morgin.
- Umstøðurnar kring tilburðin verða í løtuni kannaðar, og er B36 í tøttum samskifti við landslæknan og FSF um hetta. Fyrsta stigið í hesum er, at allur hópurin verður kannaður av nýggjum mikumorgunin.
Í B36 verður vónað, at hetta ikki ávirkar evropeisku uppgávuna, ið felagið hevur á Gibraltar næsta hósdag - 20. august.
Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg, sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at tað sum kann gerast stóri trupulleikin fyri B36, er tað at uppgávan móti St Joseph's í Europa League er um bert níggju dagar. Hann vónar, at smittan er komin aftaná seinastu venjingina hjá B36 (í gjár) og sigur, at teir hava allar serfrøðingar rundanum seg, og at teir vita meira og nærri í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald