Hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í 2016, har hann hevði nøkur frísklig innhopp, og varð toppskjútti í 1. deild í 2017 við 19 málum, tá AB flutti upp aftur. Sìðani hevur Bjarki Christiansson Nielsen verið ein umráðandi partur í álopskenda partinum hjá argjamonnum.
Nú er greitt, at Bjarki heldur fram í AB. Hetta váttar hann fyri Portalinum í kvøld. Bjarki, ið fyllur 21 í vikuskiftinum, sigur, at venjarin og verkætlanin Inni í Vika var lykilin í avgerðini.
- Eg havi undirskriva ein nýggjan sáttmála við AB í vikuni og havi harvið valt at tikið eitt tørn á afturat Argjum. Orsøkin er, at haldi at projektið sær spennandi út við Sorin, og at vit kunnu menna okkum sum lið.
Les eisini: Lawal til Argir at spæla
Bjarki Nielsen hevur skorað 11 mál í 58 dystum í Betrideildini, og áhugi hevur verið fyri honum aðrastaðni.
- Eg fekk nøkur tilboð aðrastaðni frá, men valdi at siga nei takk og heldur undirskriva eitt ár afturat við AB
Nýggi sáttmálin millum AB og Bjarka er galdandi fyri komandi kappingarár.
Tøl: FaroeSoccer
Fótbóltur
Bjarki heldur fram á Argjum
- Eg hevði nøkur tilboð aðrastaðni frá, men valdi heldur at undirskiva nýggjan sáttmála her á Argjum, tí projektið sær spennandi út. Hetta sigur Bjarki C. Nielsen við Portalin.
Bjarki (nr. 22) her í dysti í Klaksvík í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-10-30 20:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald