Fótbóltur

Bjarki tryggjaði AB sigurin

Argjamenn fingu síni fyrstu stig í ár við teprum sigri á ÍF.

Argjamenn kundu fegnast í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Argjamenn kundu fegnast í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-17 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinasta dystinum í umfarinum hittust ÍF og AB inni í Vika á Argjum. Talan kundi gerast um týðandi dyst millum tvey lið, ið helst koma at verða í botnstríðnum alt árið. 

Uppflytarnir úr Fuglafirði taptu 3-0 fyri Vìkingi í 1. umfari, og AB var fyri 2-1 ósigri í Trongisvági. Liðini vóru harvið svang eftir stigum, og talan gjørdist eisini um ein inntensan dyst. Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í 1. hálvleiki. ÍF hevði eina góða frísparksroynd, og argjamenn høvdu nakrar fínar deyðbóltsstøður, har bólturin millum annað einaferð endaði í málinum - tað varð tó kolldømt, tí fríspark var í støðuni.

Sí myndir frá dystinum

AB legði seg á odda, tá ein tími var leiktur. Tað kom eftir eina smarta frísparkskombinatión, sum endaði við, at Bjarki Nielsen skoraði. ÍF royndi at rysta skeldin av sær og svara aftur. Útiliðið var serliga vandamikið í samband við deyðbóltsstøður, men tað vóru eisini argjamenn, ið skoraði 2-0 málið. Aftur var tað Bjarki. Álopskendi leikarin var á rætta staðnum, eftir at tað varð lagt útfrá, og so var sigurin so gott sum heima.

ÍF fekk tó gjørt tað spenanndi, tá miðverjin Dávid Langgard setti bóltin inn, eftir gott innlegg frá Karl Løkin. Fuglfirðingar fingu tó ikki av álvara lagt trýst á, og Sorin Anghel og hansara menn kundu fegnast um fyrstu trý stigini í ár. Hjá ÍF var hetta ein smeitur, og uppflytarnir liggja niðast á ongum stigi. Eftir landsliðssteðgin er fyrsti heimadysturin á skránni; hann er ímóti TB. 

AB - ÍF 2-1
61 'Bjarki Nielsen 1-0
83 'Bjarki Nielsen 2-0
86' Dávid Langgaard 1-2

Hini úrslitni í 2. umfari

EB/Streymur - B36 (1-2)
36’ Brian Jacobsen 0-1
64’ Brian Jacobsen 0-2
77’ Poul Grunnveit Olsen 1-2

Skála - TB (2-0)
22’ Søren Nielsen 1-0
27’ Ronni Møller-Iversen 2-0

Víkingur - KÍ (2-2)
61’ Sølvi Vatnhamar 1-0
67’ Jóannes Bjartalíð 1-1
70’ Heðin Hansen 2-2
74’ Deni Pavlovic 2-2

HB - NSÍ (1-1)
7’ Petur Knudsen 0-1
56’ Pætur Petersen 1-1

Støðan eftir tvey umfør:
1. B36 (6 stig)
2. Víkingur (4 stig)
3. NSÍ (4 stig)
4. Skála (3 stig)
5. AB (3 stig)
6. TB (3 stig)
7. KÍ (2 stig)
8. HB (2 stig)
9. EB/Streymur (0 stig)
10. ÍF (0 stig)*

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder