
Valur og Afturelding settu skírsdag hol á hálvfinaluuppgerð sína. Tað eru tveir føryingar á hvørjum liði, sum bæði stríðast fyri at fáa íslendska meistaraheitið í hús.
Valur byrjaði betri við sigri á heimavølli, men av tí at tað var 29-29 eftir vanliga leiktíð - Afturelding javnaði, tá 14 sekund vóru eftir - varð neyðugt við longdari leiktíð.
Har var høvuðsstaðarfelagið omaná og vann 35-33.
Stóri spælarin hjá Vali var ein skálamaður. 22-ára gamli vinstri bakkurin Bjarni í Selvindi var í hopla og skoraði níggju mál. Bjarni gjørdist toppskjútti, og Allan Norðberg gjørdi eisini sítt við trimum málum.
Hesir báðir skulu aftur við landsliðnum í fyrru hálvu av mai, tá Føroyar skulu spæla seg til EM.
Fyrst snýr tað seg um at koma í finalurnar. Hallur Arason skoraði fýra mál fyri Afturelding, sum nú er nakað kroyst. Sveinur Olafsson spælir eisini fyri liðið - hoyvíkingurin er allarmest í verjuni.
1-0 til Val eftir fyrstu hálvfinaluna. Tað er fyrst upp í tríggjar sigrar, og hálvfinala nummar tvey verður spæld í Mosfellsbær eftir páskir, týskvøldið 22. apríl klokkan 18.30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald