Fótbóltur

Bjartalíð hevur skorað brotsspark í fýra dystum á rað

10'arin hjá KÍ er javnsettur toppskjútti í Betrideildini.

Jóannes Bjartalíð er vanliga tryggur úr ellivu metrum, og seinastu fýra dystirnar hevur hann fingið møguleikan (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð er vanliga tryggur úr ellivu metrum, og seinastu fýra dystirnar hevur hann fingið møguleikan (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-04 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Adrian Justinussen hevur skorað fýra beinleiðis fríspørk í ár - Jóannes Bjartalíð hevur skorað fýra brotsspørk í ár (Jóannes hevur eisini skorað eitt beinleiðs fríspark). Báðr úrmælingarnir hava seks mál tilsamans í Betrideildini. Adrian hevur tó sambært FaroeSoccer leikt 120 minuttir færri og saman við tí at fýra av málunum hjá Bjartalíð eru komin frá brotssparksblettinum, ger tað at HB-leikarin er frammanfyri.

[object Object]
7'arin hjá HB hevur ein skaða í sín gylta høgra fót, ið hann skoraði seks mál við teir fyrstu fýra dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Brotsspørk skulu tó eisini skorast, og tað fyrsta hjá Jóannesi í ár kom langt inni í yvirtíðini í Trongisvági, tá støðan var 1-1. Ímóti ÍF, umfarið eftir tað, stongdi ársins leikari í fjør hurðina fyri fuglfirðingum, tá hann skoraði úr ellivu metrum í 77. minutti til 3-1. Brotssparkið móti EB/Streymi í 4. umfari var stutt fyri hálvleik, og við tí skoraði Jóannes til 2-0. Á Argjum kom Bjartalíð inn í hálvleikinum og skoraði við brotssprki til 6-0.

At fáa og skora brotsspark fýra dystir á rað er óvanligt. Tá KÍ fær brotsspark, so er so at siga eingin ivi: Seinastu smáu fimm árini hevur Jóannes Bjartalíð verið sera tryggur sum oftast, og hann hevur ebrt misnýtt eitt brotsspark. Tað var á Skála í fjør, tá Karstin Hansen bjargaði royndini úr elivu metrum.

[object Object]
Bjartalíð áðrenn sítt frísparksmál í Trongisvági - hann hevur ein framúr vinstra fót (Mynd: jn.fo)

Jóannes, ið skrivaði undir nýggjan sáttmála við KÍ í gjár, skal nú sunnudagin royna at leggja seg einsamallan á odda á toppskjúttalistanum í Betrideildini. Adrian Justinussen verður úti við skaða komandi vikurnar. Klæmint Andrasson Olsen og Uros Stojanov eru beint í hølunum - teir hava fimm mál hvør. Meinhard Egilsson Olsen og René Shaki Joensen hava skorað fýra mál hvør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder