Jóannes Bjartalíð gjørdist ársins spælari í næstbestu norsku deildini, tá hann og Fredrikstad í fjør fluttu upp í fyrstu royndini undir Mikkjali Thomassen. Bjartalíð var ein lyklaspælari í sínum fyrsta ári uttanfyri Føroyar, og stigið upp í Eliteseriuna skal takast nú.
Eins og í fjør, hevur uppstarturin hjá Jóannesi verið órógvaður av skaða. Tað hevur higartil ikki verið eins galið í ár, tí í fjør sat hann úti í fleiri mánaðir við stressbroti í fótinum.
27-ára gamli klaksvíkingurin spældi við í 3-0 sigrinum á svenska Elfsborg á venjingarleguni í Portugal síðst januar. Hann legði upp til bæði málini hjá Brandi Hendrikssyni. Fredrikstad hevði eina góða Atlantic Cup, sum endaði við sigri á oddaliðnum í Superliguni, FC Midtjylland.
Bjartalíð hevur tó ikki spælt í februar, og eftir kanningar fyrst í vikuni varð gjørt av, at hann skuldi undir skurð. Tað hevur hann eisini verið nú, og landsliðsmiðvallarin sigur við Portalin, at hetta gekst væl.
Talan var ikki um stóra skurðviðgerð, og hon gekk væl (Privatmynd)
Talan er um trupulleikar í serliga lærkrikanum, og eftir eina slíka skurðviðgerð eru tað fýra vikur, til ein kann byrja spakuliga á vøllinum aftur. Heimasíðan bolt.fo skrivaði í gjár, at tað kann taka fýra 4-6 vikur eftir skurðviðgerina, og at Jóannes Bjartalíð harvið helst missir landsdystirnar í mars.
14. mars er níggju dagar undan fyrra venjingardystinum hjá Føroyum í fyrsta landsliðsvindeyganum í 2024. Tað er harvið ógvuliga ósannlíkt, at Jóannes Bjartalíð spælir við móti Liktenstein og Danmark í mars.
Fyrsta umfar í Eliteseriuni er um páskirnar. Fredrikstad tekur ímóti meistarunum Bodø/Glimt 2. páskadag, 1. apríl. Í Fredrikstad vónar man, at ársins spælari í fjør verður til reiðar at spæla dyst tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald