Fótbóltur

Bjarti til grannarnar at spæla

Bjarti Vitalis Mørk verður málverji hjá B36.

Bjarti Vitalis Mørk (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarti Vitalis Mørk (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-03 12:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 váttar nú, at Bjarti Vitalis Mørk næsta kappingarár verður partur av teirra hópi.

22 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk hevur øll ungdómsárini verið partur av føroyskum landsliðnum, og í ár var hann eisini partur av A-landsliðshópinum.

Hann hevur við HB og AB spælt 33 dystir í toppinum av føroyskum fótbólti, og eingin ivi er um, at tað er ein av mest lovandi málverjunum í landinum, sum B36 nú hevur fingið í hópin.

- Satt at siga so havi eg eitt tætt tilknýti til B36, tí felagið altíð hevur verið familjuni nær. Tá ið seinasta kappingarár varð lokið, tók eg avgerð um, at eg vildi leita mær aðrar leiðir, tí eg ynski at fáa meira spælitíð, sigur Bjarti Vitalis Mørk við heimasíðuna hjá B36.

- Eg ivist ikki í, at eg passi væl inn í B36, tí er hetta ein góður møguleiki hjá mær. Eg føli, at tíðspunktið er rætt fyri meg og fyri felagið, og tí er hetta 100% rætta fetið á mínari leið, sigur Bjarti, nú hann hevur skrivað undir.

B36 fegnast um at hava fingið Bjarta Vitalis Mørk yvir um aftur - røttu megin, sigur felagið.

- Tá mann hevur Mørk sum part av eftirnavninum, er B36 einasta rætta felagið at spæla í. Bjarti Vitalis Mørk er nú millum teirra, sum skulu kappast um málverjaplássið í B36

- Langabbin, Mortan, var við til at stovna B36, og hóast abbin, lítli-Mortan,  gjørdi mest um seg á hondbóltsvøllinum, telist hann altíð millum trúføstu hjálparfólk okkara, tá tøk skulu takast fyri felagið. Pápin, Finn, var partur av FM-hópinum í 1997, og tí var tað sjálvsagt, at Bjarti Vitalis Mørk kom til B36, tá hann sum smádrongur flutti aftur til Føroya.

- Hann støðaðist tó ikki so leingi hjá okkum ta ferðina, og í fleiri ár hevur hann verið í útlegd hjá grannunum, har hann eisini hevur fingið fleiri dystir á besta liðnum.

- Nú verður tað tó røttu megin í Gundadali, at hann skal vísa síni evnir. Bjarti og B36 hava nevnliga skrivað undir tvey-ára sáttmála, sum knýtir partanar saman til og við 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder