Fótbóltur

Boca Juniors krevja steypið uttan at leika seinna finaludystin

Seinna Copa Libertadores finalan millum Boca Juniors og River Plate mátti útsetast.

Daniel Angelici, forseti í Boca Juniors

Daniel Angelici, forseti í Boca Juniors

2018-11-28 12:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár varð avgjørt, at seinni finaludysturin í Copa Libertadores kappingini, sum svara til Champions League í Suðuramerika, skal spælast uttanfyri Argentina antin 8. ella 9. desember.

Finalan er annars ímillum Boca Juniors og River Plate, sum bæði eru úr Argentina, men tá seinni dysturin skuldi spælast leygardagin á leikvøllinum hjá River Plate, varð leikarabussurin hjá Boca Juniors álopin.

Nú boðar forsetin í Boca Juniors, Daniel Angelici, at felagið ikki er sinnað at spæla seinna dystin. Felagið hevur tí biðið um at fáa seinna dystin avlýstan við at River Plate verður kolldømt, og harvið at verða kosnir vinnara av Copa Libertadores.

Suðuramerikanska fótbóltssambandið, Conmebol, roynir í løtuni at finna eina hóskandi revsing til River Plate fyri álopið hjá viðhaldsfólkunum á leikarabussin hjá Boca Juniors.

Í 2015 var Boca Juniors kolldømt í kappingini, tí at viðhaldsfólkini lupu á viðhaldsfólk hjá River Plate áðrenn áttandapartsfinaluna í somu kapping. Tí meta Boca Juniors at felagið hevur eina sterka sak í royndini at fáa seinna dystin avlýstan og at verða kosnir meistarar.

Fyrri finaludysturin endaði við 2-2 javnleiki á leikvøllinum hjá Boca Juniors.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder