Fótbóltur

Bólturin liggur hjá UEFA

Evropeiska fótbóltssamgongan stendur við endaligu avgerðini, um KÍ og Slovan Bratislava skulu spæla um at koma í 2. umfar í Champions League. Alt bendir á, at føroyameistararnir fara víðari uttan dyst.

Slovan Bratislava slapp á vøllin í Klaksvík í dag, men soleiðis verður allarhelst ikki í morgin (Mynd: Norðlýsið)

Slovan Bratislava slapp á vøllin í Klaksvík í dag, men soleiðis verður allarhelst ikki í morgin (Mynd: Norðlýsið)

2020-08-18 23:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin "brast bumban". Ikki tí, tað var ikki heilt óvæntað, at hon rakti, tí koronatilburðir vóru staðfestir í Slovan Bratislava áðrenn fráferð til Føroya. Teir persónarnir, ið fingu staðfest smittu vóru ikki við, men seinnapartin í dag varð greitt, at millum kanningarnar ið vórðu tiknar á Vága Floghavn eftir komu hjá Slovan í gjárkvøldið, var ein positiv. Tað var hjá fysioterapeutinum.

Les eisini: 

Slovan Bratislava: Koronatilburðir staðfestur í Føroyum

Í Degi og Viku í kvøld váttaði fútin og formaðurin í farsóttarnevndini, Micheal Boolsen, at á einum fundi varð avgjørt, at hópurin hjá Slovan Bratislava skal í sóttarhald ella av landinum.

Sí innslagið her

Avgerðin hjá myndugleikunum ger, at tað røkist einki fyri, at dysturin verður leiktur. Hetta bar Tummas Lervig fram í Degi og Viku, og formaðurin í KÍ sigur við in.fo, at hann ikki væntar, at dysturin verður leiktur. Tó ger hann greitt, eins og hann ger í samrøðu við Norðlýsið í kvøld. at avgerðin liggur hjá UEFA, og at fundur verður um evnið í morgin. 

Hópurin hjá Slovan Bratislava hevur gist á Hotel Brandan í Tórshavn, og leikararnir hava verið at sæð í høvuðsstaðnum. Liðið vandi eina løtu í Klaksvík í kvøld, men tað var kaotiskt, tá slovakiska liðið kom til Klaksvíkar, sigur Tummas Lervig við in.fo, Kringvarpið og Norðlýsið.

Sambært reglugerðunum hjá UEFA um "Return to Play", so eru tað leiðreglurnar í landinum hjá vertunum fyri ein dyst, ið eru galdandi. Harvið skal UEFA fara "uppum" avvarandi myndugleikar í Føroyum, sum í kvøld hava gjørt púra greitt, at Slovan Bratislava ikki kann spæla. Seinasta freist at spæla dystin er fríggjadagin 21. august. Eitt lið skal hava minst 13 leikarar, harav minst ein málverja, á skrásetta leikaranum, sum ikki hevur koronu ella er í sóttarhaldi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder