Í gjár bórust tíðindini um, at ein leikari og ein í leiðarahópinum hjá Slovan Bratislava varð testaður positivt fyri koronu í sambandi við kanningarnar áðrenn fráferð til Føroyar.
Les eisini: Leikari hjá Slovan Bratislava testaður positivt
Hesir persónarnir vórðu verandi í Bratislava, men kanningarnar ið vórðu gjørdar av Slovan-leikarunum í Føroyum í gjárkvøldið vísa, at ein persónur í venjara/hjálpartoyminum var postivur.
Hetta skrivaði Norðlýsið, ið veit hetta frá alítandi keldum, og in.fo, ið hevur fingið staðfest frá tveimum keldum fyri lítlari løtu síðani.
In.fo skrivar, at talan eru fysioterapeutin hjá Slovan Bratislava, og at spælarar hjá Slovan Bratislava hava verið gongutúr í Havn, áðrenn úrslitini vóru til reiðar. Hetta er beint ímóti reglugerðin hjá UEFA í samband við "Return to Play protocol". málið er Landslæknin, Lars Fodggaard Møller, er nú á málinum.
Slovan Bratislava hevur annars í dag á heimasíðu sínari skrivað, at allir kanningarnar sum vórðu tiknar á flogvøllinum í Føroyum vóru negativar, og at sambært leiðreglunum hjá UEFA kunnu fyrireikingarnar til dystin halda fram við venjing í Klaksvík nú klokkan 17.00. Leikarahópurin og venjarar eru nú komnir til Klaksvíkar.
Hvussu støðan fer at ávirka dystin í morgin er óvist, men hann er so komin í størri vanda. Um hópurin sum kom til landið í gjár skal í sóttarhald, so verður eingin Champions League-dystur í Klaksvík í annaðkvøld
Um í minsta lagi 13 leikarar á innsenda leikaralistanum, harav ein málverja, ikki eru smittaðir ella í sóttarhaldi, so skal dysturin spælast. Um ikki bendir alt á, at KÍ vinnur uttan dyst.
Les eisini: Slovakar eru lendir
Dagført: 16.47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald