Slovakiskir miðlar hava fyri løtu síðani skrivað, at ein leikari ið spældi fyri Slovan Bratislava í dystinum móti Zlate Moravce leygardagin er testaður positivt fyri covid-19. Hópurin hjá Zlate Moravce er allur farin í sóttarhald og næsti dystur hjá liðnum er útsettur. Hesi tíðindini ber ítróttardeildin hjá slovakiska kringvarpinum RTVC, ið sport.aktuality.sk.
Komandi mótstøðuliðið hjá Slovan Bratislava er KÍ í fyrsta umfari í Champions League. Flogfarið við hópinum skal úr Bratislava júst nú og stendur at lenda í Vágunum 16.45.
Slovakiska høvuðsstaðarfelagið hevur ikki alment meldað nakað út, men talan eru um upplýsingar, ið kringvarpið í Slovakia hevur fingið. Um so er, at ein leikari í hópinum hevur koronu, so er óvist, hvat hendir í mun til ætlaða Champins League-dystin í Klaksvík mikukvøldið, men greitt er so, at allir í hópinum verða testaðir, tá teir koma til landið.
Dagført 13.25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald