Fótbóltur

Slovakar eru lendir

Mótstøðuliðið hjá KÍ mikukvøldið lendi fyri løtu síðani í Vágum, og allir skulu nú kannast fyri korona. Slovakiskir miðlar hava í dag skriva um, at ein leikari í hópinum er positivur fyri koronasmittuna.

Vevmynd frá flogvøllinum

Vevmynd frá flogvøllinum

2020-08-17 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ tekur mikukvødlið ímóti Slovan Bratislava úr Slovakia, og liðið lendi í Vágum fyri løtu síðani.

Slovakiskir miðlar skriva í dag, at ein leikari, ið spældi fyri Slovan Bratislava í dystinum móti Zlate Moravce leygardagin, er testaður positivt fyri covid-19, og at teir hjá Zlate nú eru í sóttarhaldi.

Í Slovakia ganga eisini søgur eisini um, at tann smittaði leikarin er Vladimir Weiss, fyrrverandi Manchester City talentið, umframt at ein í leiðarahópinum eisini hevur fingið staðfest Covid-19, og at teir eru ikki við í ferðalgnum

Høvuðsstaðarfelagið í Slovakia hevur ikki alment meldað nakað út, men talan eru um upplýsingar, ið kringvarpið í Slovakia hevur fingið.

Eins og øll onnur ferðafólk sum koma til Føroya verða slovakisku spælararnir kannaðir fyri korona, nú teir koma til landið. Um ein ella fleiri tilburður eru í hópinum, er møguleiki fyri, at dysturin í Klaksvík ikki verður spældur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder