Fótbóltur

Børnini vandu við landsliðinum

Fleiri enn 100 børn luttóku í venjingini.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2018-11-06 07:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

A-landsliðið í fótbólti hevði í gjár landsliðsvenjing á vøllinum við Løkin í Runavík. Í hesum sambandi skipaði Fótbóltssambandið fyri, at børn úr NSÍ Runavík FC og B68 Tofta Ítróttarfelag vóru boðin við, og fingu hesi møguleikan at venja saman við okkara landsliðsspælarum fyrstu løtuna, skrivar Fótbóltssambandið á Facebook.

Fleiri enn 100 børn luttóku í tiltakinum, sum eydnaðist sera væl, og aftaná venjingina skrivaðu landsliðsleikararnir autografar, og MBM Raska bjoðaði øllum børnunum Mist.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder