Fótbóltur

Botnbrak á Skála

Skála og TB hava samanlagt null sigrar í ár, og nógv er uppá spæl, tá tvey tey aftastu liðini í Betrideildini hittast í kvøld.

AB er nú beint frammanfyri TB og Skála, ið bæði jagstra trý sera týdningarmikil stig í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB er nú beint frammanfyri TB og Skála, ið bæði jagstra trý sera týdningarmikil stig í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-17 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 2016 hava bæði Skála og TB verið í bestu deildini. Sìðani er tað bert komið einaferð fyri, at TB hevur vunnið á Skála (íroknað tíðina sum TB/FCS/Royn). Tað var 31. juli í 2016. Samanlagt hevur Skála vunnið seks útav sjey dystum Undir Mýruhjalla, umfrat tveir dystir við Stóra.

Í fjør vann Skála allar dystirnar móti TB, men nógv er broytt síðani í fjør á Skála. Eftir sjey umfør í fjør høvdu skálamenn 15 stig og lógu nummar tvey - tvey stig frá oddasessinum. Liðið hevði bert latið trý mál inn. Nú er Skála aftast við einum stigi, 20 stig frá HB á 1. plássi, og 22 mál eru farin inn. Hópurin er sera nógv broyttur, nógv minni royndur og so hava skaðar eisini rakt seinastu tíðina.

[object Object]
Skála hevur skula stríðst sera hart í ár, og tað at Teitur Reinert Joensen nú situr uttanfyri er ein smeitur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í kvøld fær Skála fyri triðju ferð í ár vitjan av liðið, sum eisini er í botn-fimm. Higartil er bert eitt stig komið til høldar í slíkum  dystum (ÍF 1-2 og AB 1-1). Skála tapti eisini móti EB/Streymi í 6. umfari, so trýst er á liðnum av vestara armi av Skálafjørðinum. Liðið megnaði at halda málið reint í 1. hálvleiki í Gundadali móti oddaliðnum í seinasta umfari, men er framvegis uttan Teit Reinert Joensen, Hjalta Strømsten og Karl Martin Johansen í verjupartinum. Teitur Poulsen breyt tíverri beinið í dystinum móti HB og kappingarárið hjá unga manninum er av. Eitt jaligt hjá Bill McLeod Jacobsen er, at Andreas Egeberg Jacobsen er tøkur aftur, og at Ronni Møller-Iversen og Aksel Bjartalíð Danielsen eru komnir fyri seg aftur eisini. 

[object Object]Niels Pauli Danielsen er ein av leikarum, sum spældi nógv í fjør, sum er eftir á Skála. Tá AB vitjaði í 4. umfari fekk Skála sítt higartil einasta stig (Mynd: Jens Kr. Vang)


TB hevur heldur ikki roynt at vunnið í ár, og hevur higartil fingið eitt stig í "botn-fimm uppgerðum". Tað kom til høldar á heimavølli móti ÍF leygardagin, har tvøramenn høvdu møguleikarnar at avgerða dystin. Á útivølli móti EB/Streymi í 3. umfari gekk einki (2-0 tap). Hjá útiliðnum hevur ivamál verið um Musah Armah. 

[object Object]
Tað eydnaðist ikki móti EB/Streymi, men dysturin í kvøld er enn ein góður møguleiki hjá TB at fáa stig (Mynd: Sverri Egholm)

Javnleikurin á Argjum í gjárkvøldið er ikki eitt úrslit, ið passar liðunum ið spæla á Skála í kvøld illa, og tað er eingin ivi um, at tað verður farið hart eftir trimum stigum. 

Vit dagføra frá dystinum í kvøld. 

Í kvøld - mikukvøldið 17.06: 
18.00: 
Skála - TB

19.00: 
HB - KÍ 
Víkingur - ÍF

Í gjár: 
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
3' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
67' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-1

B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Erlendur Magnusson, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (80' Benjamin Heinesen) - Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic (85' Brian Jakobsen) - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Venjari: Jákup á Borg

NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Bárður Jógvansson Hansen (61' Pætur Hentze), Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnasson Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen - Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Búi Egilsson (40' Aron Knudsen) - Petur Knudsen (90' Steffan Ábrahamsson Løkin)

Venjari: Glenn Ståhl

Myndir: B36 - NSÍ
Pingel: Hetta var tjóvarí
Petur Knudsen: Nøgdir við eitt stig


AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
39' Janus Svabo Samuelsen 1-0
90' Niklas Kruse 1-1

Myndir: AB - EB/Streymur

Støðan: 
1. HB (21 stig) 
2. NSÍ (17 stig) *
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (16 stig) *
5. Víkingur (11 stig) 
6. ÍF (10 stig) 
7. EB/Streymur (7 stig) *
8. AB (3 stig) *
9. TB (2 stig)
10. Skála (1 stig) 

* Ein dysti fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder