Á Argjum er fótbóltslagið sera gott, nú AB hevur tryggjað sær trý stig, og framvegis hevur møguleikan at halda sær í deildini. Hetta er veruleikin eftir 1-0 sigurin á Víkingi á heimavølli.
Víkingur noyddist at vinna fyri at halda lív í evropeisku vónini, meðan argjamenn høvdu tørv á stigum í botnstríðnum. Talan var eisini um ein javnan dyst, har bæði liðini søktu sigurin.
Einsamalla málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Jobin Drangastein, sum í dag var fremsti maður hjá AB, fekk prikað bóltin í málið. Jobin spældi við Víkingi eitt skifti í 2016. AB hevði møguleikar at økja, og Víkingur hevði møguleikar at javna í einum dysti, har alt stóð uppá spæl fyri argjamenn.
Útiliðið hevði fleiri ungar leikarar á liðnum, og var millum annað uttan skadda Sølva Vatnhamar. Fyri tveimum árum síðani tryggjaði Víkingur sær sítt fyrsta føroyameistaraheiti á Argjum; í dag gjørdist tað endaliga greitt á Argjum, at Víkingur, fyri fyrstu ferð síðani 2011 ikki skal spæla evropeiskan fótbólt.
Umráðandi sigur hjá argjamonnum ið fylgja við 07 Vestur og nærkast EB/Streymi, ið spælur i løtuni ímóti NSÍ.
Effektivieturin sigraði á Dungasandi í dag, tá 07 Vestu fekk trý kærkomin stig. Eins og seinast tá KÍ var á vitjan í Sørvági, legði 07 Vestur sera bragdliga fyri. Vágamenn brúktu bert tíggju minuttir og tvær málroyndir til at skora tvey mál. Ikki yvirraskandi vóru tað sterku útlendsku áleyparnir, Sonny Jakobsen og Ken Fagerberg, ið slóu til.
Danin og svin settu klaksvíkingar í eina trupla støðu. Útiliðið hevði annars fínar støður ímillum málini, og fekk lagt eitt tungt trýst eftir 2-0 málið. Tað mesta gekk fyri seg á hálvuni hjá 07 Vestur og við KÍ á bóltinum, og eftir áhaldandi trýst gav hetta úrslit smáar tíggju minuttir fyri hálvleik. Kristoffur Jakobsen varð skiftur inn miðskeiðis í hálvleikinum, og hann minkaði fyri KÍ. Triði dysturin á rað, at miðvallarin skorar. Stutt fyri hálvleik fekk liðformaðurin hjá KÍ javnað.
Í 2. hálvleiki var myndin tann saman; KÍ hevði bóltin nógv og søkti at málinum hjá 07 Vestur. Teir á heimaliðnum stríddust væl fyri at halda fast, og dyrgdu eftir mótálopum har vandamiklu áleyparnir kundu hótta KÍ-verjuna, sum í dag var mannað av trimum leikarum.
Stórar tíggju minuttir fyri tíð kom heimaliðið aftur. Eftir eitt gott álop var tað Sonny Jacobsen, ið fekk sett bóltin í málið og gjørdist tvífaldur málskjútti. 07 Vestur royndi nú av øllum alvi at halda sigurin heim, og hóast KÍ-trýst helt tað heim, og dysturin varð lukkaður í yvirtíðini, tá Sonny skoraði hattrik. 10 mál í 10 dystum hjá dananum ið kom til felagið í summar.
Ein frálíkur sigur hjá vágamonnum, meðan KÍ allarhelst missur 2. plássið aftur eftir dagsins umfar.
Úrslitini hava við sær at støðan ímillum AB og 07 Vestur er tann saman; eitt stig skilur liðini. Tað merkir eisini, at EB/Streymur kann framvegis koma í trupulleikar, um sundalagsmenn tapa ímóti NSÍ.
AB – Víkingur 1-0 (1-0)
1-0 Jobin Drangastein
07 Vestur – KÍ 4-2 (2-2)
1-0 Sonny Jakobsen
2-0 Ken Fagerberg
2-1 Kristoffur Jakobsen
2-2 Páll A. Klettskarð
3-2 Sonny Jakobsen
4-2 Sonny Jakobsen
Tríggir dystir byrjaðu klokkan 16.00. Hesar hálvleiksstøðurnar eru:
EB/Streymur – NSÍ 1-1
Skála – HB 0-1
B36 – TB/FCS/Royn 0-0
Meira um 25. umfar seinni.
Fótbóltur
Botnliðini sigraðu
Bæði AB og 07 Vestur vunnu á heimavølli ímóti topp-fimm liðnum.
2018-10-06 16:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald