placeholder
Fótbóltur

Botnstríð í Sørvági - Evropa á Skálafjørðinum

Tríggir dystir í 18. umfari verða leiktir í dag, og tað eru heilt ymisk ting uppá spæl.

NSÍ og Víkingur eru bæði í eldinum á Skálafjørðinum í dag, tey stríðast bæði um evropeisku plássini,

NSÍ og Víkingur eru bæði í eldinum á Skálafjørðinum í dag, tey stríðast bæði um evropeisku plássini,

2018-08-12 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

18. umfar í Betri-deildini varð skotið í gongd fríggjakvøldið, tá KÍ og HB brustu saman í oddadysti á Summarfestivalinum, og EB/Streymur vitjaði í Gundadali. HB vann umráðandi dystin við Djúpumýru, og B36 misti sigurin á stokkinum.

Tvær ferðir uppá eina viku hevur B36 mist dýrabær stig, og tað ger, at NSÍ og Víkingur seinnapartin hava møguleikan at økja um munin í stríðnum um Evropa. Úrslitið í Klaksvík hevur eisini við sær, at Eysturoyðarliðini kunnu nærkast KÍ.

Til hesi tingini krevjast sigrar í dag; NSÍ er á heimavølli við Løkin, har Suðringar vitja, og Víkingur vitjar á Skála. TB/FCS/Royn kemur frá einum góðum javnleiki móti B36, og hevur í løtuni eina góða frástøðu til AB og 07 Vestur. Skála framdi eitt gott avrik í Gundadali móti oddaliðnum sunnudagin, men tað rakk ikki til stig. NSÍ er komið frálikt út eftir summarsteðgin: Ein sigur á Ólavsøku móti HB og ein stórsigur á EB/Streymi fyri viku síðani. Víkingur hevur vunnið fimm ferðir á rað.

AB skal til Sørvágs, har sannur botngysari er á skránni. Bæði 07 Vestur og argjamenn hava væl upp til strikuna; í løtuni sær út til at bæði ÍF og B68 flyta upp. Liðini hava sera trupult við at fáa stig; í 1. umfari deildu tey stigini á Argjum. Alt er uppá spæl, og hjá báðum er ein sigur eitt krav í dag.

18.umfar:

Runavík
15:00
Skála
15:00
Sørvágur
16:00

(faroesoccer.com)

Fríggjakvøldið 10/8:

KÍ - HB 0-1(0-0)

0-1: Ari Mohr Olsen

B36 - EB/Streymur 2-2(1-1) 

0-1 Andras Olsen
1-1 Kaimar Saag
2-1 Benjamin Heinesen
2-2 Arnbjørn Hansen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder