- Tað hevur fyrst og fyrst snúð seg um at fáa runnið meira og meira og síðani bygt uppá.
Brandur Hendriksson Olsen brosaði á Tórsvølli í dag. Hann hevur spælt meira og meira seinastu mánaðirnar og verið við at fingið Fredrikstad upp aftur í bestu norsku deildina aftur.
- Tað var eitt stuttligt kvøld sunnukvøldið, staðfestir skálvíkingurin (…) sá fyri mær at hetta kundi henda við Mikkjali á odda, og tað í slíkum deildum eg vil vera.
Brandur Hendriksson á Tórsvølli seinnapartin...
Hann og glóðheiti Fredrikstad-liðfelagin, Jóannes Bjartalíð, hava nógv av fegnast um fyri tíðina (Myndir: Sverri Egholm)
Nú skal 28-ára gamli miðvallarin hugsavna seg um landsliðsuppgávurnar móti Póllandi og Kekkia í vikuni. Brandur Hendriksson var ikki nøgdur við, hvussu dysturin háttaði seg móti Moldova í síðsta mánað (0-1) men hevur góðar vónir til dystin móti Póllandi.
- Vit hava víst tað fyrr á Tórsvølli. Stórt mótstøðulið á graslíki og teir mangla onkur nøvn. Eg trúgvi uppá, at tað ber til.
Í byrjanini av venjingini - áðrenn tað fór at oysa niður í høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Fyri fyrstu ferð síðani 2012 hjá Fredrikstad - málini hjá Brandi, Bjartalíð og hinum síggjast her
Føroyar og Pólland bresta saman á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19:45.
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her
Sunnudagin 15. oktober
18.00: Kekkia - Føroyar
Støðan eftir fimm umfør:
Albania 10 stig
Kekkia 8 stig
Moldova 8 stig
Pólland 6 stig
Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald