
Sunnudagin tryggjaði Fredrikstad sær uppflyting til Eliteseriuna. Harvið skal stolta og søguríka felagið við tjúgu "stórum steypum" í Noreg í 2024 spæla í fremstu røð fyri fyrstu ferð í tólv ár.
Síðani hevur Fredrikstad millum annað verið niðri í triðbestu deildini og spælt. Tríggir føroyingar komu til felagið síðsta vetur: Mikkjal Thomassen sum venjari, og Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson sum spælarar, ið veruliga skuldu gera mun.
Liðið hevur verið sannførandi í serliga seinnu hálvu og er flutt upp, nú fýra umfør resta í.
Sí eisini: Føroyingar stóran leiklut í uppflytingini hjá Fredrikstad
Mikkjal Thomassen hevur higartil havt nógv at fegnast um sum Fredrikstad-venjari (Mynd: Bjarni Enghamar)
Bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson skoraðu í 4-0 sigrinum á Åsane sunnudagin - tvey heilt ymisk mál. Bjartalíð hevur skorað flest mál og lagt upp til flest mál hjá Fredrikstad og var á sín hátt við í øllum málunum sunnudagin. Brandur er komin fyri seg eftir krossbandsskaða, og teir báðir føroysku profilarnir tykjast væl fyri til landsliðsuppgávurnar í hesi vikuni.
Til ber at síggja hæddarpunkt frá sigrinum á Åsane ovast á obos-ligaen.no/video.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald