Íhvussu er tríggir føroyingar vera í bestu norsku fótbóltsdeildini í 2024 - tveir á vølli og ein á venjarabonkinum. Hetta er greitt, eftir at Fredrikstad í dag vann greiðan sigur í Bergen, og kappingarneyti tapti. Fýra umfør resta í, í næstbestu norsku deildini, so sigast má, at talan er um ógvuliga sannførandi og flotta uppflyting hjá Fredrikstad.
Fyrsta málið í dystinum var sjálvmál hjá Åsane, men Jóannes Bjartalíð átti stóran leiklut í tí. Hetta var í 12. minutti, og eftir 25 minuttir var 2-0 til Fredrikstad. Talan var um stóra verjuvillu, og Brandur Hendriksson takkaði fyri. Hetta var mál nummar tvey hjá skálvíkinginum fyri norska felagið.
Fredrikstad fekk tvey mál afturat eftir steðgin. Jóannes Bjartalíð skoraði beinleiðis fríspark í 83. minutti - hann spældi fullan dyst, og Brandur varð skiftur út í 64. minutti. Teir skulu møta saman við landsliðsliðfeløgunum mánadagin. Tað gjørdist eisini 4-0, og tá Kongsvinger á 3. plássinum samstundis tapti 2-1 fyri Start, er uppflytingin endaliga veruleiki.
Mynd: Fredrikstad Fotballklub
Síðst Fredrikstad var í fremstu norsku deildini var í 2012, so sigast má, at talan var um ógvuliga flott avrik hjá Mikkjali Thomassen og liði hansara. Stórur føroyskur leiklutur í uppflytingini, og Fredrikstad fer helst at vinna deildina eisini.
Bryne - við Rógva Baldvinsson í miðverjuni í 90 minuttir og Noah Mneney á bonkinum í 90 minuttir - tapti 1-0 fyri KFUM Oslo, ið allarhelst flytir upp saman við Fredrikstad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald