Borgarstjórin fekk í dag eina fitta vitjan, tá ið 9 ára gamli Brandur kom á gátt á Ráðhúsinum saman við beiggja sínum Bjarna, sum er 7 ár.
Brandur hevur savnað saman nógvar undirskriftir frá børnum og nøkrum foreldrum, har hann heitir á borgarstjóran um at gera ein ordiligan sparkivøll á spæliplássinum á Dagstovninum við Velbastaðvegin.
Saman við undirskriftunum er eisini ein heilsan til borgarstjóran. Brandur skrivar millum annað:
- Fótbóltsvøllurin í barnagarðinum er oyðiliagdur, og hann er gjørdur úr sandi. Eg gekk har fyri tveimum árum síðani. Eg og vinmennirnir ynskja okkum ein FIFA-vøll har ella onkrastaðni tætt við.
Borgarstjórin takkaði mangar ferðir fyri undirskriftirnar og lovaði at taka málið upp sum skjótast, skrivar torshavn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald