Fótbóltur

Brasil: Skjótt sleppa áskoðarar aftur inn at hyggja eftir fótbóltsdysti

Latið verður upp fyri einum avmarkaðum tali av áskoðarum í Rio 1. august, og frá 16. august eru ongar avmarkingar.

18. juni. Ein bóltur verður sóttreinsaður undir einum dysti millum Flamengo og Bangu á Maracanã vøllinum. Skjótt sleppa áskoðarar aftur inn at hyggja. (Mynd: EPA)

18. juni. Ein bóltur verður sóttreinsaður undir einum dysti millum Flamengo og Bangu á Maracanã vøllinum. Skjótt sleppa áskoðarar aftur inn at hyggja. (Mynd: EPA)

2020-06-28 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast Brasil er millum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronasmittuni, er mann í økinum kring býin Rio de Janeiro longu farin í holt við at gera klárt til fótbóltsdystir við túsundatals áskoðarum í august.

Longu 1. august kunnu fótbóltsvøllirnir lata upp fyri áskoðarum. Tó verður kapasiteturin bert ein triðingur av tí, sum hann var áðrenn korona, av tí at hvør áskoðari skal hava fýra fermetrar av plássi. Frá 16. august verða ongar avmarkingar.

Sambært Ritzau merkir hetta m.a., at 80.000 áskoðarar sleppa inn á Maracanã í Rio frá miðjan august. Í løtuni er annars eitt fyribils sjúkrahús sett upp á parkerinsplássinum uttanfyri vøllin, av tí at Brasil hevur havt tørv á fleiri seingjaplássum.

Millum feløgini, ið hoyra heima í Rio de Janeiro, eru Flamengo, Fluminense, Botafogo RJ, og GR Vasco da Gama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder