Hondbóltur

Bredsdorff heldur fram

Landsliðsvenjarin hjá monnum hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Harvið skal 57-ára gamli danin eisini royna at leiða Føroyar til HM 2027 og EM 2028.

Higartil hevur royndi danin leitt Føroyar til søguliga EM-endaspælið í Týsklandi, har tað eisini eydnaðist at fáa stig móti Noreg, umframt til 1. plássið í undankappingini til EM 2026. Peter Bredsdorff-Larsen hevur skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)

Higartil hevur royndi danin leitt Føroyar til søguliga EM-endaspælið í Týsklandi, har tað eisini eydnaðist at fáa stig móti Noreg, umframt til 1. plássið í undankappingini til EM 2026. Peter Bredsdorff-Larsen hevur skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-07 10:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað tók eina løtu at fáa uppá pláss, men í dag er tað staðfest: Peter Bredsdorff-Larsen heldur fram sum  A-landsliðsvenjaran hjá monnum.

Hondbóltssambandið boðar frá, at sáttmálin millum partarnar er longdur til og við januar 2028.

Hetta merkir, at Peter Bredsdorff-Larsen kemur at standa á odda fyri manslandsliðnum til tvær tær næstu undankappingarnar og møguligu endaspølini, HM í 2027 og EM í 2028.

Higartil hevur royndi danin leitt Føroyar til søguliga EM-endaspælið í Týsklandi, har tað eisini eydnaðist at fáa stig móti Noreg, umframt til 1. plássið í undankappingini til EM 2026.

[object Object]
Bredsdorff í Berlin í januar 2024 har Føroyar bjóðaðu Slovenia og Póllandi av - og vunnu sær søguligt stig móti Noreg. Í Oslo í 2026 er málsetningurin hægri enn at fáa stig (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur verið ein týðilig menning hesi fýra árini ella so, sasmrundis sum fleiri og fleiri spælarar eru farnir at spæla á hægri stigi uttanlands.

- Menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá monnum undir leiðsluni hjá Peter tala fyri seg (...) Tjóðin hevur veruliga savnað seg um landsliðið. Tað sæst til okkara heimadystir og stóra áhugan fyri EM í Oslo, og eigur Peter eisini sín stóra lut í góðu gongdini, sigur Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF.

[object Object]
Spælarar og fjepparar fagna Peter Bredsdorff-Larsen við Tjarnir eftir at 1. plássið í EM-undankappingarbólkinum kom uppá pláss í mai (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Bredsdorff-Larsen tók við venjarastarvinum í 2021 og fyrstu dystirnir vóru í HM-undankappingini í 2022. Føroyar hava ikki tapt í nærum trý ár á heimavølli og vunnu fyrr í ár sínari fyrstu útisigrar í undankappingardystum.

Størsta vónbrotið í tíðini hjá nú 57-ára gamla høvuðsvenjaranum var tapið fyri Norðurmakedónia í HM play-off í fjør. Næsta vár er málið hjá Bredsdorff og liðnum, at royna at vinna Føroyar til HM fyri fyrstu ferð á A-landsliðsstigi hjá monnum.

Tað kemur aftaná Golden League og EM í Noreg, har tað aftur er stórur spenningur. Nú snýr tað seg ikki "bara" at vera við. So mikið gott er manslandsliðið vorið seinastu árini.

Dagført: 10.37

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder