Hondbóltur

Brendu ov illa og vórðu ov ofta lumpaðir av snildu slovenunum

Føroyar høvdu 19 skot, sum ikki fóru í slovenska málið - til samanberingar misnýttu slovenar bert átta ferðir frammanfyri føroyska málnum í opnum spæli. Slovenia var omaná so at siga allan vegin. Her eru nøkur hagtøl.

Slovenar nýttu hart - og til skitið - spæl. Men eisini snilt spæl

Slovenar nýttu hart - og til skitið - spæl. Men eisini snilt spæl

2026-01-20 23:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Noreg, Oslo (Portalurin): Tað varð ikki tað stóra og søguliga føroyska kvøldið, sum lagt varð upp til - og sum nógvir føroyingar væntaðu. 

Malmö og miðumfar móti stórum hondbólttjóðum var nógv á breddanum áðrenn , men Slovenia hevði aðrar ætlanir. Skaðarakta liðið hevði framvegis góðsku og royndir og spældi fyri at koma víðari við tveimum stigul.

Tíðliga í 2. hálvleiki høvdu Føroyar yvirtakið og vendu skjótt 15-16 í steðginum til tvey-máls leiðslu. Eina slíka høvdu Føroyar tvær ferðir, og einaferð varð spælt fyri trý-máls leiðslu.

Men síðani tóku slovenar yvir aftur, og tað bleiv ikki ein risa gysari. Til tess var slovenska verjan ov sterk - greitt tað besta slíka avrikið hjá teimum í kappingini - og í álopinum valdaði snildni og effektvitetur. At tað var munur á, hvat lið hevði staðið í slíkari støðu í endaspæli

áður, var týðiligt til tíðir. 

Eftir dystin sannaðu føroyski venjarin og spælarar, at ov nógv skot fóru til spillis í dag, hóast møguleikarnir vóru góðir, og í verjupartinum fekk man ikki í nóg stóran mun í slovensku snildunum: Mótstøðan dugdi væl at spæla lang álop seinastu løtuna og at steingja hurðina fyri føroyingum 

Føroyingar skoraðu undir 60 prosent av sínum skotum: Tað er ikki nóg mikið at vinna eina EM-bólkafinalu. Hetta var eisini móti næstbesta og triðbesta slovenska málverjanum.

Fleiri hagtøl niðanfyri

-------------------------------------------------------------

3. og seinasta umfar í bólkinum
Týsdagin 20. januar

Montenegro - Sveis 26-43 (16-22)

Føroyar - Slovenia 27-30 (15-16)

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min:4-7
15 min: 5-8
20 min: 9-11
25 min: 11-13
30 min: 15-16
35 min: 18-18
40 min: 20-21
45 min: 22-24
50 min: 22-25
55 min: 24-28
60 min: 27-30

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 7
Hákun West av Teigum 4
Teis Horn Rasmussen 2
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Allan Norðberg 1

Gagnnýtisprosent (skot/mál): 58 (27/46)

Til samanlagt hevði Slovenia 73 prosent (30/41) og uppaftur hægri í opnum spæli, tí liðið brendi trý bortsløst (Føroyar brendu 1)

Bjargingar:
Føroyar:
10/39 (Beint undir 25 prosent)

Slovenia: 14/41 (43 prosent) - harav bjargaði Miljan Vujovic 10 skotum. Teimum flestu  í 2. hálvleiki

Sí fleiri hagtøl her

Støðan í bólki D - tvey lið fara nú víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Sveis 3 stig (+14) *
-------------------------------
3. Føroyar 3 stig (+10)
4. Montenegro 0 stig - úti *

* Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder