Fótbóltur

Brent brotsspark kostaði United sigurin

Menninir hjá Solskjær kundu tikið oddasessin í kvøld, men eitt dreymamál tryggjaði Wolves eitt stig.

Pogba, ið hevur sagt, at hann ynskir at fara úr felagnum, kom aftur í fokus í kvøld eftir brent brotsspark (Mynd: EPA)

Pogba, ið hevur sagt, at hann ynskir at fara úr felagnum, kom aftur í fokus í kvøld eftir brent brotsspark (Mynd: EPA)

2019-08-19 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 2. umfari í Premier League verð leiktur í kvøld. Manchester United vitjaði á Molineux og skuldi royna at koma uppá seks stig og 1. plássi.

Í vár tapti United tvær ferðir 2-1 á søguliga leikvøllinum. Í kvøld vóru teir í reyðum omaná í spælinum frá byrjan men skapti sera fáar málmøguleikar. Stutt fyri at hálvur tími var leiktur, legði Anthony Martial útiliðið á odda eftir sera vælleikt álop. Fremsti maðurin smekkaði bóltin upp undir nettakið við vinstra beininum.

[object Object]
(Í fyrra hálvleiki kundu teir í reyðum fegnast - Mynd: EPA)

Wolves hevði víst lítið frameftir, og eisini vilja rímiliga lítið, fyri steðgin. Men fyrstu løtuna í 2. hálvleiki vóru teir appelsinlittu omaná; trýst varð lagt á United, Raul Jimenez rakti stongina við stútara, og tíggju minuttir eftir hálvleik varð 1-1. Eftir stutt horna varð bólturin lagdur út til Ruben Neves, og miðvallarin við sera góða høgra beininum sendi bóltin frágerða væl í netið av brotsteigarmarkinum. David De Gea fekk akkurat fingrarnar á, men tað var ikki nóg mikið, og United fekk bert eitt stig.

[object Object]
(Ruben Neves javnaði við frálíkum skotið - Mynd: EPA)

Tað kundi verið trý. United fekk ikki trýst Wolves seinasta hálva tíman, men Paul Pogba vann eitt brotsspark miðskeiðis í hálvleikinum. Marcus Rashford skoraði trygt við brotssparki seinast ímóti Chelsea, men Pogba spurdi Rashford, um hann kundi royna seg hesuferð. Rashford angrar helst, at hann játtaði hesum, tí fraklendingurin, ið møguliga ikki spælir við United, tá mánaðin er av, skeyt ikki væl, og Patricio bjargaði. 

[object Object]
(Pogba megnaði ikki at umseta brotssparkið til mál - Mynd: EPA)

Wolves hevur tveir javnleikir; United hevur fýra stig. 

Premier League, 2. umfar

Mánadagin, 19.
august

Wolverhampton - Manchester United 1-1 (0-1)
27' Anthony Martial 0-1
55' Ruben Neves 1-1
 

Sunnudagin, 18. august

Sheffield United - Crystal Palace 1-0 (0-0)
47' John Lundstram 1-0

Chelsea - Leicester 1-1 (1-0)
7' Mason Mount 1-0 
67' Wilfried Ndidi 1-1


Leygardagin, 17. august

Arsenal - Burnley 2-1 (1-0)
Aston Villa - Bournemouth 1-2 (0-2)
Brighton - West Ham 1-1 (0-0)
Everton - Watford 1-0 (1-0)
Norwich - Newcastle 3-1 (1-0)
Southampton - Liverpool 1-2 (0-1)
Manchester City - Tottenham 2-2 (2-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder